Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sólarmyrking á Kambsdali

Tíðindaskriv

Longu á Grækarismessu, 12. mars kl. 19, skipar Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoynni fyri almennari kvøldsetu. Høvuðsevnið á kvøldsetuni í vár verður sólarmyrkingin, og hon fer eisini at seta dám á skúlagongdina komandi vikuna. Skúlin fegnast um, at avstralska, Kate Russo, kemur at greiða frá sínum mongu upplivingum í sambandi við fleri sólarmyrkingar aðra staðni í heiminum.

Longu á Grækarismessu, 12. mars kl. 19, skipar Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoynni fyri almennari kvøldsetu. Høvuðsevnið á kvøldsetuni í vár verður sólarmyrkingin, og hon fer eisini at seta dám á skúlagongdina komandi vikuna. Skúlin fegnast um, at avstralska, Kate Russo, kemur at greiða frá sínum mongu upplivingum í sambandi við fleri sólarmyrkingar aðra staðni í heiminum. Hon hevur upplivað átta fullar sólarmyrkingar, skrivað bøkur um evnið og fer at geva áhoyrarunum góð ráð. Kate er í Føroyum í sambandi við sólarmyrkingina sum samskipari hjá millum øðrum Visit Faroe Islands. Sera nógv ferðafólk eru áhugaði í hesi sermerktu hending og koma til Føroya fyri at uppliva sólarmyrkingina 20. mars.

Næmingar, sum hava arbeitt við sólarmyrkingini í alisfrøði, fara at vísa teimum vitjandi ymiskt, sum tey hava arbeitt við í tímunum seinastu vikurnar, og tey fara eisini at greiða frá, hvat ið ein sólarmyrking í veruleikanum er. Ein skiftisnæmingur úr Lettlandi fer at hugleiða um tíðina í Føroyum. Eisini verður skipað fyri listaframsýning, har ið næmingar sýna fram málningar og tekningar; og høvið verður sum vanligt eisini at hoyra nógvar góðar og fjølbroyttar tónleikaframførðslur.

Læstrarvegleiðarar skúlans verða at hitta á kvøldsetuni og svara eisini fegnir møguligum spurningum frá næmingum og foreldrum viðvíkjandi útbúgvingum skúlans og upptøkukrøvum, tí umsóknarfreistin til miðnámsskúlarnar nærkast. Ein studentaflokkur, sum savnar pening saman til námsferð, skipar fyri kafé. Havið tí reiðan pening við í hesum sambandi.

Skúlin er spentur at lata dyrnar upp á Grækarismessu kl. 19, og øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin – ikki minst foreldur, systkin og vinfólk hjá næmingum, sum ganga á skúlanum í løtuni. Eisini er hetta eitt frálíkt høvið hjá gomlum næmingum at vitjan aftur á dalinum – og hjá framtíðar næmingum at fáa innlit í skúlans virksemi.

Harleywoodpaint