Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sólarroði og pollamjørki

(Erik Biskopstø)

Í kvøld var Kalsoyggin ein vøkur siluett sum so mangan, tá ið sólin roðar vár- og summarkvøld.

Inni á Kósavirkinum er nakað av virksemi hetta kvøldið. Vit hoyra annars dagliga um, at fiskivinnan á sjógvi og landi hevur tungan róður.

Men hesa løtuna merktist onki til nakra kreppu. Ein piltur stendur á seiðabergi og løtan er friðsæl.  Pollamjørkin, sum í allan dag hevur ligið sum ein mjúk dýna, er enn at síggja. Ein góður endi á enn einum góðveðursdegi.

Vit mugu bert vóna, at høvuðsvinna okkara aftur kemur fyri seg, og kann á einum haldgóðum og burðardyggum grundarlagi geva sítt altavgerðandi íkast til okkara land, sum vit øll eru so góð við.