Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Solby farin til Danmarkar

Oliver Joensen

Men vit leggja stóran dent á deildina í Klaksvík, sigur Jan Muller, blaðstjóri á Sosialinum.

Sosialurin hevur nú í nøkur ár havt eina deild í Klaksvík, og seinastu tíðina hevur Solby A. Eliasen verið ímyndin av deildini í Klaksvíki, men hon er nú farin til Danmarkar í lestrarørindum, har hon ætlar at fáa sær journalistútbúgving.
Í hesum viðfangi sigur Jan Muller, blaðstjóri á Sosialinum, at blaðið leggur stóran dent á at hava eina deild í Klaksvík og sum eina fyribilsloysn hevur Sosialurin sett Eyðun Klakkstein í starv á deildini afturat Annu Ellingsgaard, sum eisini hevur starvast har í eina tíð. Harafturat hava vit ætlanir um at senda fólk úr Havnini norður á deildina í Klaksvík við jøvnum millumbilum, at hjálpa teimum, ið starvast har frammanundan.