Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis atkvøddi Neymar til Ballon d’Or

Jákup Ósá

Liðskiparin hjá Brazil hevur kunngjørt, hvussu hann atkvøddi.

Liðskiparin hjá Brazil hevur kunngjørt, hvussu hann atkvøddi.

Tað tykist standa millum Leo Messi, Cristiano Ronaldo og Manuel Neuer um, hvør fer at vinna FIFA Ballon d’Or 2014. Neymar er nú liðskipari hjá Brasil og hann hevur kunngjørt, hvussu hann atkvøddi. Frá honum fekk liðfelagin í Barcelona, Leo Messi, fult stigatal frammanfyri Cristiano Ronaldo. Á triðja plássi kom ein annar liðfelagi í Barcelona, Javier Mascherano.

Í januar verður endaliga kunngjørt, hvør vinnur. Tað eru landsliðsvenjarar, landsliðsliðskiparar og fjølmiðlar, sum atkvøða.Leo Messi hevur vunnið tríggjar ferðir, men í fjør vann Cristiano Ronaldo FIFA Ballon d’Or, sum á fyrsta sinni bleiv valt í 2010, á fyrsta sinni og verður av mongum mettur sum favorittur at endurvinna heiðurin í ár.