Video: Eingin seyður verður longur niðurbundin, tá teir bíta seyðin í Líðini.
Teir vóru í dag á fjalli í Líðini, sum hoyrir til Uppsalahaga. Í Líðini er alt felagsseyður, sum verður býttur um heystið. Fyrr blivu øll lombini bundin niður, men soleiðis er ikki longur. Seyðurin skal fyrst býtast í 6 partar, har 40 gyllin síðani skulu býta hvønn part.
Fyrst verður seyðurin vigaður. Tá allur seyðurin er vigaður verður hann á teldu býttur í 6 eins stórar partar í livandi vekt. Video brotini niðanfyri vísa, hvussu býtt verður, tá lombini vera koyrd í hvønn part. Tá hava tey fingið sítt spjaldur við vekt og eitt skrásetingartal, sum á telduni sigur, hvønn part hesin ávísi seyðurin hoyrir til frá 1 til 6.
Vit hava meir um fjalldagin í Líðini seinni. Myndamaðurin Oliver Joensen var á rættini fyrr í dag.
Hevur tú myndir frá fjallgongu ella seyði í heyst, send tær á info@nordlysid.fo




