Í Litava hevur ein mál ”feiring” fingið serliga umtalu.
Tað var í dysti millum Zalgiris og Trakai, at hendan sjáldsama feiringin kom. Zalgiris, sum er oddalið í deildini, kom á odda, men Dzimtry Koub frá Hvítarusslandi javnaði til endaligu støðuna 1-1. Málið kann síggjast niðanfyri. Leikarin ger ikki mætari enn at fara upp á áskoðaraplássið at klappa fyri sær sjálvum.




