Tað er av alstórum týdningi fyri Javnaðarflokkin, at vit fáa eitt gott og sterkt samfelag, har virðini verða javnari býtt, enn tey verða í dag. Eingin okkara eigur at liva undir fátækramarkinum.
Men eitt samfelag er bert sterkt, um øll økini kring landið blóma. Gera tey tað, so blómar okkara høvuðsstaður tað eisini. Uttan sterk øki kring landið er høvuðsstaðurin onki – og umvent.
Tað er gott at liva í Norðoyggjum fyri tey flestu, men tað kann saktans gerast enn liviligari. Tað eru øki, ið vit kunnu og eiga at menna komandi valskeið.
Vit eiga at lýsa, hvørjum virksemi Klaksvíkar Sjúkrahús skal hýsa í framtíðini, og hvussu sjúkrahúsið skal útbyggjast. Uttan at fara í smálutir haldi eg, at ein partur skal fevna um ábøtur á “Gula Húsið”, tí tað kann skapa karmar fyri neurologiskari endurvenjing.
Húsarhaldsskúli Føroya, ið er ein sera vælumtóktur skúli við langum bíðilista, eigur at fáa nøktandi hølisviðurskiftir. Verkætlanin eigur at framskundast, tí tað ber ikki til at bíða heilt til 2024, sum samgongan hevur ásett.
At byggja lestrarbýli í miðbýnum er eisini átroðkandi, og henda verkætlan eigur at samskipast við nýggja Húsarhaldsskúlan.
Somuleiðis er greitt, at samferðslukervið má betrast. Her hava tunlarnir norð um Fjall hægstu raðfesting – saman við Hvalbiartunlinum. Best hevði verið, um báðir vórðu gjørdir í senn.
Eins og restin av landinum hava eisini Norðoyggjar brúk fyri einari nýggjari samgongu – einari samgongu við Javnaðarflokkinum á odda, sum vil menna Norðoyggjar eins væl og restina av landinum. Tað fáa vit, um norðoyingar standa saman um Javnaðarflokkin til løgtingsvalið.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Valevni fyri Javnaðarflokkin




