Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis oddsar Ragnar Joensen í dag

Jákup Ósá

HM tipping: Í gjár rakti Kristian Joensen plett bæði við útfalli og á odds seðlanum. Í dag roynir Ragnar Joensen seg.

HM tipping: Í gjár rakti Kristian Joensen plett bæði við útfalli og á odds seðlanum. Í dag roynir Ragnar Joensen seg.

Í gjár vara bara ein dystur. Har tippaðu Kristian Joensen og Regin Sivertsen, at Brasilia fór at vinna, meðan Ragnar Joensen fór eftir javnleikinum. Javnleikurin lá eisini í luftini til Brasilia fekk eitt skeivt dømt brotsspark, ið avgjørdi dystin.

Kristian Joensen oddsaði í gjár, at Brasilia vann við minst tveimum málum á odds 1,87 og tann seðilin gekk heim.

Í dag grundgevur Ragnar Joensen um dystirnar og hann greiðir soleiðis frá:

Mexico – Cameroon

Um lív skal haldast í vónini um at vinna seg úr bólkaspælinum er tað eins umráðandi fyri bæði liðini at fáa stig. Cameroon setur sítt álit á at Eto’o, men eg ivist í um hópurin sum heild hevur dygdirnar fram um hini liðini í bólkinum. Spennandi verður tó at vita um Fabrice Olinga fær leiktíð. Hann verður av mongum mettur sum nýggja stjørnuskotið, og kann blíva ein spennandi leikari hetta HM. Mexico høvdu rættiliga trupult við at kvalifisera seg til HM, og máttu spæla play-off. Hvørki av liðunum vil tapa, og hvørki av liðunum duga serliga væl at skjóta mál fyri tíðina. Tí havi eg sett eitt x. (Odds:3.10)

Spania – Holland

Hetta er uttan iva dysturin um fyrsta plássið. Spaniólar hava eina røð av stjørnum á øllum plássum. Holland hevur eitt gott lið, og teir kunnu gera ein vørr, um Sneijder, Robben og van Persie hava ein góðan dag. Eg meti tó at Spania vinnur. Tí havi eg sett eitt 1-tal. (Odds: 1,77)

Chile – Australia

Chile hevur bæði hópin og einstaklingarnar til at kveistra Australia til viks. Rættiliga sikkurt 1-tal. (Odds: 1,40)

Eg oddsi í dag:

Mexico-Cameroon X (Odds: 3,10)

Spania-Holland 1 (Odds: 1,77)

Chile-Australia 1 (Odds 1,40)

System 2 av 3 og eisini ein X í ”lige på”, um nú allir vera rættir.

Eg satsi í dag:

Holland hava fleiri sum duga at skjóta mál, og tað er ikki óhugsandi fáa fyrsta mál áðrenn Spania, og halda hesa støðu til hálvleik. Holland at vinna fyrra hálvleik. (Odds: 5.50)

Hinir tippa

Regin Sivertsen:

Mexico-Cameroon 1 (Odds: 2,25)

Spania-Holland 1 (Odds: 1,77)

Chile-Australia 1 (Odds: 1,40)

Kristian Joensen:

Mexico-Cameroon 1 (Odds: 2,25)

Spania-Holland X (Odds: 3,25)

Chile-Australia 1 (Odds: 1,40)

Støðan:

1-2 Kristian Joensen 1 stig

1-2 Regin Sivertsen 1 stig

3. Ragnar Joensen 0 stig

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.