Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis oddsar Regin Sivertsen í dag

Jákup Ósá

HM tipping: Tað eru høg odds uppá dystirnar hjá HM tipparanum í dag.

HM tipping: Tað eru høg odds uppá dystirnar hjá HM tipparanum í dag.

Í gjár tippaði og grundgav Ragnar Joensen fyri HM dystunum. Hann fekk bara Chile-Australia dystin rættan, men vit satsinum var hann áleið, tí hann tippaði Holland at vinna fyrra hálvleik. Sum kunnugt endaði fyrri hálvleikur javnt, meðan Holland vann seinna hálvleik greitt.

Í dag grundgevur Regin Sivertsen fyri teimum 4 HM dystinum í dag og í nátt.

Kolumbia – Grikkaland: 1 (Odds 1,9)

Her tippi eg Kolumbia at vinna. Grikkaland er kent fyri at hava sterka verju, og hava seinni árini víst styrki á tí økinum. Endaðu aftanfyri Bosnia-Herzegovina í undankappingini. Seti Kolumbia at vinna, hóast uttan Falcao, so meti eg at teir eru favorittar at vinna.

Uruguay – Kosta Rika: 1 (Odds 1,45)

Uruguei stórfavorittur.

Ongland – Italia: X (Odds 3,0)

Hesin dysturin vippar eitt sindur í mínum eygum. Kann Ongland blíva við at skuffa? Italia virka sterkir, hava góðar áleyparar og so ein tann besta spælfordeilaran í heiminum við Pirlo – men eg seti eitt X, hóast Italiumenn kanska eru lítlir favorittar.

Fílabeinsstrondin-Japan: 1 (Odds 2,75)

Japan kann yviraska, men eg seti eitt 1-tal.

Eg oddsi í dag:

System 2/3

Kolumbia at vinna við einum málið (Odds 3,2)

Ongland og Italia javnleik í hálvleikinum (Odds 1,85)

Uruguei at vinna við meir enn tveimum málum (Odds 4,8)

Eg satsi í dag:

Uruguei – Kosta Rika (0-3) X (Odds 6,9)

Hinir tippa

Kristian Joensen:

Kolumbia-Grikkaland 1

Uruguay-Kosta Rika 1

Ongland-Italia 1

Fílabeinsstrondin-Japan 1

Ragnar Joensen:

Kolumbia-Grikkaland 1

Uruguay-Kosta Rika 1

Ongland-Italia X

Fílabeinsstrondin-Japan X

Støðan

1-2 Kristian Joensen 3 stig

1-2 Regin Sivertsen 3 stig

3 Ragnar Joensen 1 stig

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.

Harleyfacadeacryl