Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis raðfestir AB

Jákup Ósá

Sjúrður Olsen greiðir frá, um málverjin Símun Rógvi Hansen er ein møguleiki ella ikki hjá felagnum.

Sjúrður Olsen greiðir frá, um málverjin Símun Rógvi Hansen er ein møguleiki ella ikki hjá felagnum.

Símun Rógvi Hansen kemur aftur til føroyskan fótbólt í ár. Men enn er ikki greitt, hvar hann fer at spæla. Í 2013 spældi hann í Føroyum seinast og tá umboðaði hann AB. Tað gekk so væl, at hann bleiv valdur til næstbesta málverjan í Føroyum og kom á A-landsliðið.

AB raðfestir ikki málverja

Sjúrður Olsen er formaður í FC Argir og hann sigur, at AB raðfestir annað enn málmánsplássið.

– Vit hava áður havt Símun Rógva í okkara hópi og vóru sera glaðir fyri hann. Hann er ein góður málverji og ein góður persónur. Men vit hava ein góðan málverja til besta liðið og vit raðfesta onnur pláss hægst í løtuni. Vit hyggja eftir einum miðverja í løtuni, meðan tað ikki er avgjørt, um brúk verður fyri einum álopsleikara, sigur Sjúrður Olsen í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

Sostatt er mest upplagt, at Símun Rógvi endar í EB/Streymi, sum stendur uttan nakran royndan málverja. Hjá øllum hinum liðunum í Effodeildini heldur fyrsti málverjin frá seinasta kappingarári fram uttan í ÍF, sum hevur fingið nýggjan málverja í Pedrag Markovic.

Les eisini:

Hesin málverjin venur við EB/Streymi

Teitur heldur fram – hvar endar Símun Rógvi?

Símun Rógvi flytur heim

Harleyfacadeacryl