Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis raðfestir Landsverk skeltingina

Helgi Abrahamsen

“Tað hava ongar fastar reglur verið um, hvørji nøvn skuldu við á skeltini, sum vísa farleiðirnar í Føroyum, men nú hava vit gjørt eina fasta reglugerð, og henni royna vit at fylgja.” Tað sigur Fríðrik Heinesen frá Landsverki.

“Tað hava ongar fastar reglur verið um, hvørji nøvn skuldu við á skeltini, sum vísa farleiðirnar í Føroyum, men nú hava vit gjørt eina fasta reglugerð, og henni royna vit at fylgja.” Tað sigur Fríðrik Heinesen frá Landsverki.

Í morgun skrivaðu vit, at Landsverk hevur ikki vilja lýst á skeltum, hvar bygdin Elduvík er, hóast Gjógv stendur á fleiri skeltum, og hetta harmast tey um í Elduvík.

Fríðrik Heinesen sigur, at skeltini skulu fyrst og fremst vísa ferðafólki, sum ikki eru staðkend, á vegin, og tey eru ætlað at verða brúkt saman við landkorti.

Nógvar reglur at fylgja

“Ein meginregla er, at tað skulu ongantíð standa fleiri enn 4 nøvn á einum skelti, tí annars verður ov torført at lesa tekstin,” sigur Fríðrik Heinesen.

“Vit hava eisini nakrar reglur um støddina á tekstinum, har atlit verða tikin til loyvdu ferðina á vegnum,” sigur hann.

“Ein onnur meginregla er eisini, at tá tú byrjar at skriva eitt navn á skeltini, so má tað navnið eisini standa á øllum skeltunum, líka til komið er á mál. Annars kunnu fólk halda at tey hava koyrt skeivt, tá navnið blívur burtur,” sigur Fríðrik.

Trý sløg av bygdum

“Bygdirnar á skeltunum verða býttar í tríggjar bólkar, sum vit kalla fjarmál, nærmál og lokalmál,” sigur Fríðrik Heinesen. Hann sigur, at fjarmálini fáa hægstu raðfestingina.

“Tað eru tey stóru málini (sum til dømis Tórshavn, Klaksvík og Flogvøllurin),” sigur hann.

Nærmálini kunnu vera stórar bygdir, sum tó ikki skulu síggjast allan vegin tá tú koyrir, og lokalmálini eru minni bygdir. Fríðrik vísir á, at serliga hesar smáu bygdirnar kunnu vera ein avbjóðing.

“Vit hava tó eftir bestu sannføring býtt bygdirnar í hesar bólkarnar, men sjálvandi kunnu spurningar altíð setast við, hvønn bólk hvør einstøk bygd hoyrir til,” sigur hann.

“Vit royna at raðfesta ferðafólkamál, og har hava vit valt at taka Gjógv við, meðan Elduvík ikki er við. Tað hevur verið okkara meting, at fleiri ferðafólk vilja tann vegin, men tað er ikki vist, at øll eru samd í tí. Vit noyðast bara at raðfesta, tí vit hava ikki pláss fyri báðum bygdunum á skeltunum sum standa við høvuðsvegin,” sigur Fríðrik Heinesen.

Men ein loysn er kanska at hóma.

“Landsverk hevur keypt skelti, sum tó ikki eru sett upp enn, og har fer Elduvík at standa á einum skelti við Funningsvegin,” sigur Fríðrik Heinsen.

Ein maður sum eigur summarhús í Elduvík hevur greitt Norðlýsinum frá, at hann plagar at leiga summarhúsið út til ferðafólk, men hann má altíð á staðið sjálvur fyri at leiðbeina tey, tí tey finna ikki bygdina.

Reglugerðin fyri skelting kann síggjast her.