Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis skuldi eingin skúli sæð út

Reyði krossur

Stríðið í Jemen hevur havt við sær, at fleiri enn 2.000 skúlar hava verið fyri skaða ella eru heilt lagdir í oyði. Mett verður, at meir enn 2. milliónir børn mangla skúlagongd.

Yvir 22 milliónir menniskju hava tørv á bráðfeingis hjálp í Jemen. 8 milliónir menniskju mangla mat, og hungurneyð ræður millum 3 milliónir kvinnur og børn.

ST hevur almannakunngjørt, at spenta støðan í landinum ger Jemen til heimsins størsta humanitera kreppustað. Heilsuverkið er undir stórum trýsti, og einans 50% av heilsuverkinum er virkið í løtuni. Ein avleiðing av hesum er, at 16 milliónir menniskju hava tørv á heilsu- og læknaviðgerð.

Reyði Krossur Føroya letur kr. 500.000 í neyðhjálp til Jemen. Stuðulin fer til verkætlanir, ið áhaldandi arbeiða fyri at betra um lívskorini í Jemen, eitt nú verkætlanir innan reinførið, mathjálp, vatn og grundleggjandi heilsutænastur. Við hesum stuðlinum fær Jemenski Reyði Hálvmáni tryggja, at tænasturnar í teimum fimm heilsuklinikkunum, sum Jemenski Reyði Hálvmáni og Reyði Krossur í Danmark reka, kunnu halda áfram, og at arbeitt verður við sálarligu heilsuni hjá borgarum í Jemen. At tryggja hesi er ikki minni umráðandi í hesum døgum, nú familjur í Jemen eru fyri enn einum ósjónligum vanda – koronafarsóttini.