Nú er greitt, hvussu skráin fyri Summar Festivalin í Klaksvík verður. Fyrireikararnir hava júst boðað frá, hvørji tiltøkini verða, og hvør skal spæla hvar.
Eini 25 bólkar og solistar fara at syngja og spæla í Klaksvík í døgunum frá 12. til 15. august, og hetta mann vera nógv tað størsta tónleikatiltakið, sum nakrantíð hevur verið í Klaksvík.
Atgongumerkjasølan fer fram á Shell-støðunum kring landið og á Kunningarstovuni í Havn. Atgongumerki verða seld til hvørt tiltak sær, og tí hava fólk sjálvi møguleikan at seta sær sín festival saman.
Tiltøkini eru sjey í tali. Morgunmatarborðið, sum Norðoya Sparikassi bjóðar til leygarmorgunin klokkan 10.00, er ókeypis. Niðanfyri er skrá yvir festivalin og tey ymisku tiltøkini.
Hósdagur 12. august
Kl. 21.00
Konsert við Pætur við Keldu í Atlantis
Fríggjadagur 13. august
Kl. 21.00
Workshop við Ken Hensley (UK) í Atlantis
Kl. 00.00-04.00
Konsert og dansur í KÍ-høllini: Gunnar Mikkelsen (DK), Terji
Rasmussen og DJ Cool.
Leygardagur 14. august
Kl. 10.00-12.00
Norðoya Sparikassi bjóðar til morgunmatarborð í miðbýnum.
Tónleikur verður at hoyra av Sparikassapallinum.
Kl. 15.00-00.30
Stór útikonsert í miðbýnum. Við Ken Hensley (UK), Boney M (D),
Frændur, Hjarnar, Guðrun Sólju Jacobsen, Ólavur Presley and his
Dirty Rag Rags og nógvum øðrum. Sí nærri skrá niðanfyri.
Kl. 01.00-04.00
Dansur í KÍ-høllini: Showmenn, Elton John Jam og DJ Cool.
Sunnudagur 15. august
Kl. 20.30
Gospelkonsert í KÍ-høllini: Kjell Samuelson (SE), Hans Inge
Fagervik (NO), Torkil Mørkøre og Sigrid Rasmussen & Gunnar Guttesen.
Skrá fyri Útikonsertina leygardagin 14. august
Bólkarnir spæla á tveimum pallum. Á tí stóra pallinum á Vágsbøi og á tí hugnliga sparikassapallinum, sum stendur á økinum uttanfyri Norðoya Sparikassa.
V: Vágsbøur
SP: Sparikassapallurin
Kl. 15.00 (V) Trølla Pætur og Angela
Kl. 15.45 (V) Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, setir Summar Festivalin
Kl. 16.00 (V) Credo
Kl. 16.30 (SP) Brandur Enni
Kl. 17.00 (V) Týr
Kl. 17.45 (SP) Petsi Tvørfoss
Kl. 18.15 (V) Hjarnar
Kl. 19.00 (SP) Guðrun Sólja Jacobsen
Kl. 19.30 (V) Frændur
Kl. 20.20 (SP) Hanus G. Johansen
Kl. 21.00 (V) Ken Hensley (UK)
Kl. 22.00 (SP) Johan í Kollafirði
Kl. 22.30 (V) Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags
Kl. 23.30 (V) Boney M (D)
Heimasíða við upplýsingum og tíðindum: www.summarfestivalur.fo
Festivalradio á Rás 2 hvønn hósdag kl. 17.00




