Løgtingið fer á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 í dag, at viðgera Public service-sáttmálan millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið. Men hvat er ein Public service-sáttmáli?
Løgtingið fer á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 í dag, at viðgera Public service-sáttmálan millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið. Men hvat er ein Public service-sáttmáli?
Hugsanin við Public service-sáttmálanum er, at fólkið í landinum rindar kringvarpsgjald fyri eina tænastu, og tí skal ein sáttmáli áseta, hvørjar skyldur Kringvarpið hevur mótvegis Føroya fólki. Formliga verður hesin sáttmálin gjørdur millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið.
Tí hevur løgtingið aðalorðaskifti
Í løgtingslógini um kringvarp er heimilað landsstýriskvinnuni við mentamálum at gera public service-sáttmála við Kringvarpið, men áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður skal løgtingið hava høvi at umrøða innihaldið í honum. Tí hevur Løgtingið aðalorðaskifti. Aðalorðaskifti merkir, at tingfólk umrøða sáttmálan, men tað verður ikki atkvøtt um hann. Landsstýriskvinnan hevur tó møguleika at tillaga sáttmálan eftir tí sum kemur fram undir aðalorðaskiftinum.
Fer ikki í smálutir
Endamálið við Public service-sáttmálanum og aðalorðaskiftinum er ikki, at politikarar skulu leggja seg út í redaktionella frælsið hjá Kringvarpinum ella ábyrgdarøkið hjá stjóranum. Talan skal harafturímóti vera um eitt yvirskipað mál.
Í nýggja sáttmálanum verða hesi økini raðfest:
- Tíðindi og aktuelt
- Mál og mentan
- Tilfar til børn og ung
- Tekstur á føroyskar sendingar (til frama fyri hoyribrekað)
- Upplýsandi tilfar til tilflytarar
Hetta eru tey økini, sum Kringvarpið skal raðfesta í tíðarskeiðinum 2017 til 2020. Í gamla sáttmálanum vóru hesi økini raðfest:
- Tíðindi og aktuelt
- Mentan
- Átrúnaður
- Ítróttur
- Børn og ung
- Tónleikur
- Undirvísing
- Tænastur til fólk við breki
- Sendingar úti um landið
Samanbering av sáttmálunum
Um vit samanbera gamla og nýggja sáttmálan, so verða økini átrúnaður, ítróttur, tónleikur, undirvísing og ”sendingar úti um landið” tikin burturúr, meðan ”upplýsandi tilfar til tilflytarar” verður sett inn í sáttmálan. Eisini verður økið ”tænastur til fólk við breki” avmarkað til at umfata “teksting av sendingum” til frama fyri hoyribrekað.
Tað at eitt økið verður tikið úr sáttmálanum merkir sjálvsagt ikki, at Kringvarpið ikki kortini kann gera sendingar, sum hoyra til tað økið, men roknast kann við, at økið fær eina lægri raðfesting.
Hava ongan sáttmála
Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið hava bara einaferð havt ein Public service-sáttmála, og hann var fyri tíðarskeiðið 2010 – 2013, men hóast trý ár eru liðin, síðani tann sáttmálin fór úr gildi, so hava partarnir kortini arbeitt sum um at sáttmálin framvegis var galdandi.




