Bygningurin har Kiosk 700 og Total halda til er nú seldur til samkomuna Soli Deo Gloria í Klaksvík.
Vit ringja umborð á línuskipið Núp har John Kári Jacobsen er skipari. Umframt at verða skipari er John Kári eisini ein av leiðarunum í samkomuni Soli Deo Gloria í Klaksvík. Herfyri bórust tíðindi um at Soli Deo Gloria leiga sín bygning á Stangavegnum út til annað virksemi og hava í eina tíð leitað eftr nýggjum hølum til teirra virksemi.
– Vit hava droymt um bygningin hjá Brandal og vit spurdu eigaran Sjúrður Gorm um hann var til sølu. Jú, hann var til sølu, so vit fóru í samráðingar um ein prís og vit funnu eina upphædd, sum báðir partar vórðu nøgdir við, so vit hava keypt bygningin, sigur John Kári í telefonviðtalu við Norðlýsið.
– Kioskin heldur fram í miðhæddini, vit koma at hava okkara virksemi á loftshæddini. Vit vóna at kunna byrja í juli/august mánaða, sigur John Kári.


