Onkur hevur fortalt at tað regnar allastaðir uttan í Klaksvík beint nú. Í øllum føri er lagið sera, sera gott.
Onkur hevur fortalt at tað regnar allastaðir uttan í Klaksvík beint nú. Í øllum føri er lagið sera, sera gott.
Lisa Kaisinger og Asta hava júst spæt á torginum. Onnur er úr Stuttgart, hin er úr Klaksvík.
Asta Højgaard, sum er kendur úr Faroe5, og eisini hevur sungið í Quarter To Three, hevur búð eina tíð í Týsklandi, og tað var har, hon hitti 27 ára gomlu Lisu Kaisinger sum umframt at syngja eisini spælir gittar og klaver.
Tær báðar fóru veruliga á bylgjulongd tónleikaliga og hava arbeitt nógv saman um tónleik seinastu tíðina. Tær hava havt onkrar framførslur í Týsklandi, og nú ber til at uppliva tær á føroyskum palli fyri fyrstu ferð.
Og vit skulu heilsa og siga at framførslan eydnaðist stak væl.




