Dagurin í gjár var veruligur summardagur í flestu støðum í landinum. Soleiðis var eisini norðuri á Viðareiði. Sólsetur vestanfyri legði lok á dagin.
Dagurin í gjár var veruligur summardagur í flestu støðum í landinum. Soleiðis var eisini norðuri á Viðareiði. Sólsetur vestanfyri legði lok á dagin.
Langt um leingi er summarið komið. Norðanfyri regnar tó í dag, men tað er hóast alt summarsligari enn kavarok og heglingur.
Teir køldu dagarnir hava fingið sín yvirmann, sum eru nakað fjálgari dagar við hitastigum oman fyri tey 10. Tað kennist ið hvussu er fjálgt.
Tá ið sólin setti norðuri á Viðareiði í gjár vóru heili 12 hitastig. Hvat er tað ikki herligt. – Ein góður dagur til veður í gjár og ikki um minst til grind, um undirritaði so má siga.
Vónandi verða fleiri slíkar sólsetursløtur í summar. Livst so spyrst!




