Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sølustevnan 2005 í KÍ-høllini

John William Joensen

Klaksvíkar Ítróttarfelag bjóðar til sølustevnu í høllini vikuskiftið 27. og 28. November.

Tíðindaskriv frá KÍ.
Sølustevnan 2005, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag skipar verður í KÍ høllini vikuskiftið 27. og 28. Novembur. Fyritøkur og handlar fáa í hesum døgum innbjóðing og harvið møguleika at tryggja sær pláss/bás. Fyrireikarnir vóna at so breitt úrval av vørum sum gjørligt, verður umboða á stevnuni. Væntandi verða handlar og fyritøkur úr øllum landinum við á stevnuni. Eru handlar og fyritøkur sum av einari ella aðrari orsøk ið ikki hava fingið innbjóðing til sølustevnuna, kunnu tey venda sær til ein av fyrireikarnum ( 
Til seinastu sølustevnu í fjør var metstór luttøka, tá 32 framsýnarar luttóku. Vónandi verður luttøkan eins stór millum framsýnarnir í ár, tí tað er altíð nógv fólk leita sær á sølustevnuna, at síggja hvat verður bjóða fram til jóla.
 
Stevnan verður skipa á sama hátt sum í fjør, tó kunnu smávegis broytingar og betringar væntast.
 
Pallurin er ein sentralur partur av sølustevnuni hvørt ár. Mótasýningar, tónleikaframsýningar, barnatiltøk, burturlutingar millum tey vitjandi, kjósing av vakrasta bási, hesi tiltøkini verða kunngjørd seinni.
 
KÍ vónar at so nógv sum gjørligt koma at sýna fram og ikki minst at vitja sølustevnuna.
 
Klaksvíkar Ítróttarfelag