Eftir at Norðlýsið í gjár skrivaði at Sølustevnan í KÍ høllini varð avlýst, komu so nógvar reaktiónir at fyrireikararnir hava avgjørt at Sølustevnan verður álíkavæl
Tað hoyrir seg til jólastákið at sølustevna er í KÍ høllini, men trupult hevur verið at fingið undirtøku millum tey handlandi fyri stevnuni í ár.
Men eftir at Norðlýsið skrivaði at Sølustevnan 2005 varð avlýst, vóru tað mong sum vendu sær til fyrireikararnar við áheitan um at halda stevnuna.
Í gjár varð so aftur ein roynd gjørt at fáa handlar við á stevnuna, og tað gav úrslit.
So komandi vikuskiftið verður sølustevna í KÍ-høllini.
Í hesum sambandi arbeiðir Norðlýsið við at fáa blaðið í hvørt hús.
Meiri verður at frætta mánadagin.




