Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sølvi í Heystfirði í gjár

Oliver Joensen

Sølvi varð fyrst sæddur á Svínoyarvík, og skuldi kanska fingið navn úr Svínoy, men fyri merkingina skyld, sum fór fram í Sørvági, er navnið Sølvi valt.

Flestu munnu minnast Ára, ið Náttúrugripasavnið merkti í Árnafirði. Roysningurin, ið nú er kring oyggjarnar varð merktur við Sørvágsfjørð, og tí navnið Sølvi.

Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum sigur, at í gjár hevði sendarin á Sølva latið frætta frá sær á eini knattstøðu í Heystfirði.

Óivað liggur hann á landi onkustaðni av og á, og tað er at vera varðin, um ein kemur fram á hann, tí Sølvi er als ikki so dovin og klossugtur, sum hann sær út til. Hann kann vera bæði kvikur og skjótur, og tað er ikki gamansleikur at koma í orrustu við hann, tí hann er ógvuliga sterkur – so, gongur tú teg fram at honum onkustaðni, so ansa eftir at halda góða frástøðu.