Ársins leikari í 2016 og kanska eisini higartil í 2017 gleðir seg til dystin á Summar Festivalinum, nú so nógvir áskoðarar væntast.
Sølvi Vatnhamar var gestur í Vespureiðrinum á R7 mánadagin. Har kom hann m.a. inná dystin á Summar Festivalinum millum KÍ og Víking.
– Tað verður ein ræðuliga spennandi og stuttligur dystur at spæla. Tí vit koma at spæla frammanfyri einari stórari mannafjøld. Og so hava vit eisini nakað at prógva yvir fyri KÍ, tí teir vunnu okkum allar tríggjar dystirnar í fjør umframt, at teir vunnu steypafinaluna. Og fyrr í ár fingu vit ein javnleik í síðstu løtu. So tað er einki at ivast í, at teir hava takið á okkum. So vit skulu inn har og spæla upp til okkara besta, um vit skulu koma harfrá við einum sigri. Men tað at teir hava tapt tveir dystir á rað er neyvan nakar fyrimunur fyri okkum, tí tað ger teir helst bara enn meira tendraðar, segði Sølvi Vatnhamar.
KÍ og Víkingur spæla fríggjakvøldið kl. 18.00.




