Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Sømir seg ikki av B36 venjaranum

Jákup Ósá

Eyðun Klakstein vísir aftur, at KÍ spældi vemmuligt og heldur, at KÍ vóru burturdømdir í avgerandi løtum.

Eyðun Klakstein vísir aftur, at KÍ spældi vemmuligt og heldur, at KÍ vóru burturdømdir í avgerandi løtum.

Sámal Erik Hentze brúkti eftir dystin í dag á Rás 2 høvið til at geva KÍ liðnum nøkur minni vøkur orð um m.a. ov hart spæl og nógv gypp. Norðlýsið hevur vent sær til KÍ venjaran Eyðun Klakstein fyri at fáa hansara metingar av hesum kritikkinum.

– Vit spældu hvørki skitið ella vemmiligt. Vit spældu hart og kontant, og tað gjørdi B36 eisini. Hetta var ein ordiligur toppdystir millum tvey góð lið. Tað verður givið og tikið, og tað nyttar ikki at grenja, fyri tað um mann ikki sleppur at spæla sítt smáspæl. B36 hevði marginalarnar við sær í dag, teir vunnu og liggja ovast í Effodeildini, og tað er eitt ótrúliga flott avrik av teimum. Teir skulu nokk koma langt í ár, men B36-venjarin skal minnast til, at tað forpliktar eisini at verða vinnari. Tað sømir seg als ikki brúka so misvísandi og niðurgerandi vendingar um eitt mótstøðulið, sum stríddist fyrimyndarliga. B36-venjarin kundi lært nakað av sínum liðformanni, sum eisini úttalaði beint seg eftir dystin, sigur Eyðun Klakstein við Norðlýsið.

Burturdømdir

Tað luktaði langan veg av brotssparki til KÍ, tá 79 minuttir vóru farnir av dagsins dysti og KÍ venjarin følir eisini, at dómara avgerðirnar ikki fullu til fyrimuns fyri KÍ í dag í mun til B36.

– Er tað nakar, sum hevur orsøk til at verða misnøgdur við dystin í dag, so er tað KÍ-liðið. Vit høvdu uppiborið betur og kendu okkum eisini burturdømdar í avgerandi løtum. Men vit kunnu ikki missa høvdið og leypa høpisleyst framav fyri tað. Tað er ein dagur aftur í morgin og ein dystur aftur um eina viku. – Vit spældu ov lítið í fyrra hálvleiki, men tað tosaðu vit um í hálvleikinum, og í seinna hálvleiki spældu vit munandi betri og meira varierað, og vit løgdu eitt tungt trýst á B36. Tíverri lukkaðist tað ikki at fáa tað burturúr, sum vit áttu at fingið, sigur KÍ venjarin at enda.

Harleyfacadeacryl