Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sonja er ein vaksandi trupulleiki fyri samgonguna

Helgi Abrahamsen

Líka síðani fyrsta arbeiðsdagin í løgtinginum, hevur stóri atkvøðuslúkurin á seinasta løgtingsvali, Sonja Jógvansdóttir, verið ein trupulleiki fyri samgonguna hjá Akseli V. Johannesen.

Hon meldaði seg beinanvegin úr Javnaðarflokkinum, men lovaði kortini at stuðla samgonguni. Tað kann løgmaður í fyrstu syftu vera glaður fyri, men at hava ein hálvan leysgangara er ongantíð lætt.

Sleppur at leggja egin uppskot fram
Í gjár hevði løgtingið seinasta framløgudag í hesi tingsetuni. Landsstýrið legði síni uppskot fram, og andstøðan kom við sínum. Tinglimir í samgonguni sleppa ikki at leggja uppskot fram, tí tey skulu føra sín politikk umvegis landsstýrisfólkini. Men Sonja Jógvansdóttir legði 6 uppskot fram á tingfundinum í gjár. Sum tøkk fyri sín ótrúskap móti flokkinum sleppur hon at njóta tað frælsið, sum hini ið ikki eru rýmd, bara kunnu droyma um.

Tað sum verri er, er at uppskotini kosta pengar sum ikki eru settir av á fíggjarlógini. Tað merkir, at tey flokstrúgvu mugu velja ímillum at játta fleiri pengar til uppskot, sum Sonja fær alla æruna av, ella mugu tey atkvøða ímóti. Um tey atkvøða ímóti, so verður hon hetja og hini bakbeist.

Leysgangarar fáa vanliga serviðgerð

Tað er ikki ein nýggj støða í føroyskum politikki, at tey flokstrúgvu mugu bøta fyri, at leysgangarar fáa serliga góða viðferð. Seinasta dømi var tá Annika Olsen vendi heimaftur í Fólkaflokkin og varð møtt við alskyns lyftum, sum onnur í flokkinum ikki fingu.

Spurningurin er, hvussu leingi hini vilja finna seg  í hesum.  Skal Javnaðarflokkurin  lata seg trýsta til at atkvøða ímóti uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir, um at fyritíðarpensjonistar sum eru partvís á arbeiðsmarknaðinum, skulu hava sama rætt sum onnur til sjúkradagpening?

Skulu tey atkvøða ímóti at almenn arbeiðspláss skulu hava skyldu at seta fólk í tillagað starv ella útbúgving?

Skulu tey atkvøða ímóti at fyritíðarpensjonistar, sum flyta til Danmarkar ella Grønlands, fáa pensjónina við sær?

Og skal Javnaðarflokkurin atkvøða ímóti, at fakfelagslimir skulu kunna draga limagjaldið til fakfeløgini frá í skatti?

Hinvegin er greitt, at um tey atkvøða fyri hesum uppskotunum, so má fíggjarlógin broytast, og spurningurin er, hvat hinir flokkarnir í samgonguni siga til tað.