Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sonja Jógvansdóttir rímiliga væl nøgd við semjuna um fíggjarlógina

John William Joensen

Sonja Jógvansdóttir sigur við Norðlýsið, at hon kann liva við at útgjaldi hjá fyritíðarpensiónistum hækkar 1000 kr. um mánan eftir skatt í 2018, tí onnur átøk vera eisini gjørd fyri fyritíðarpensjónistar, sum part av semjuni við hana.

Sonja Jógvansdóttir sigur við Norðlýsið, at hon kann liva við at útgjaldi hjá fyritíðarpensiónistum hækkar 1000 kr. um mánan eftir skatt í 2018, tí onnur átøk vera eisini gjørd fyri fyritíðarpensjónistar, sum part av semjuni við hana.

Hon heldur tó, at samgongan átti at tora at kravt meira pengar inn, nú tíðirnar eru so góðar til at hjálpt fleiri, sum hava tørv á betri almennum veitingum og stuðli. Serliga familjur við børnum við serligum tørvi hava brúka fyri betri hjálp.

Sonja Jógvansdóttir, sum hevur boðað frá, at veitingin til fyritíðarpensiónistar skal hækka 3000 kr um mánan yvir tvey ár, sigur, at hon kann liva við hækkingin til fyritíðarpensjónistar, á júst framløgdu fíggjarætlanini, sum er 1000 kr. eftir skatt í 2018.

Hetta merkir, at á komandi fíggjarlóg fyri 2019 skal útgjaldið til fyritíðarpensiónistar hækkað 2000 kr um mánan pr. fyrítíðarpensiónist.

– Eg eri sera væl nøgd við, at ískoytið til heilivág hjá fyritíðarpensjónistum hækkar komadi ár, so teir vera javnsettir við fólkapensiónistar. Eisini lækkar Kringvarpsgjaldið hjá fyritíðarpensjónistum.

– Semjan við meg innibar, at dagdeild til barna- og ungdómpsykiatriina, verður stovnsett umframt at familjuískoytið til pør við lægri inntøkum verður hækkað.

– Harafturat er semja gjørd um ymiskar broytingar í arbeiðsmarknaðarlógum. Millum annað verður tað soleiðis í framtíðini, at um ein verður sjúkur í frítíðini, so telur tað ikki við sum frídagar.

– Men eg haldi tó at samgongan kundi gjørt nógv meira, og eitt sum eg fari at stríðast fyri, er at ung lesandi og fólk við lægri intøkum, átti at fingið tað lættari at fingið fatur á íbúðum. Eg eri samførd um, at vit í Føroyum eiga at seta pening av til íbúðarstuðul.

Sonja Jógvansdóttir sigur annars, at hon er nøgd við at Sjálvstýri eisini er við í semjuni um fíggjarlógina fyri 2018, tí samgongan hevur leingi arbeitt við at breikka grundalagið undir politisku semjunum. Hetta merkir væl eisini, at tey eru partur av øllum øðrum semjum, sum fylgja við fíggjarlógini.