Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sonja og Bjarni eru ivasom

Politikkur

Tað tykist als ikki vist, at uppskotið um lækkandi inntøkumarkið hjá lesandi fær undirtøku í samgonguni.

Sonja er ivasom

Uttanflokkakvinnan Sonja Jógvansdóttur setti spurning við, um hetta var so skilagott uppskot. Er tað stríðið vert, at gera hesa broytingina, sum sparir 1,5 millión? Hvønn er tað, sum hetta rakar? Spurningurin er eisini, um tað er so gott signal at senda? Ung undir 24 ár sleppa undan at gjalda KVF, men man fangar ikki tey yvir 24 ár í tí spurninginum. Spurningurin er, um tað ikki eru tey tilkomnu lesandi, sum blíva rakt av báðum uppskotunum.

Bjarni K. Petersen er lesandi sjálvur, men er í løgtinginum í løtuni fyri Framsókn sum varamaður. Hann setti stórt spurnartekin við hetta uppskotið og vónaði, at uppskotið var at fáa eina góða viðgerð í mentunarnevndini, tí hann ivaðist í, um hetta var so væl gjøgnumhugsað.

Tað tykist ikki vera nakar ivi um, at øll andstøðan fer at atkvøða ímóti hesum uppskotinum. Men ivasamt tykist eisini vera, um hetta fær fulla undirtøku í samgonguni.