Claus Steinlein, stjóri í FCM, hevur ikki smávegis av rósandi orðum til føroyska miðverjan.
Claus Steinlein, stjóri í FCM, hevur ikki smávegis av rósandi orðum til føroyska miðverjan.
Sonni Ragnar Nattestad hevur verið ígjøgnum eina eksplosiva menning í FCM og tað hevur hann nú fingið afturlønt við einum 5 ára sáttmála.
Sonni Ragnar Nattestad er blivin skiftur inn tvær ferðir í Superliga dystum. Og nú væntast hann at fáa sín fyrsta dyst á A-landsliðinum í morgin, tá venjingardystur er á skránni móti Malta.
Bold.dk hevur samrøðu við FCM stjóran Claus Steinlein í dag. Hann heldur sær ikki aftur í at rósa miðvinginum.
– Sonni kom til okkara háskúla seinasta summar umvegis sambond hjá okkum, sum søgdu at hann var ein góður spælari, men sum manglaði nakað av skúling. Hann hevði tað trupult á U19 liðinum fyrstu tíðina, men tann menningin, sum hann hevur gjøgnumført sum menniskja, er heilt fantastisk. Tað hevur smittað á hansara fótbóltsspæl. Vit kunnu síggja framtíðar perspektivir í honum. Vit skulu hava tol við honum, tí tað var sera lágt fótbóltsstøðið, har hann kom frá, men hann hevur flutt seg nógv rætta vegin. Hann skal flyta seg enn meira, og tað fer hann at gera, men fetini skulu takast í rættari ferð. Samanumtikið hevur tað veruliga verið ein eksplosiv menning hjá honum, sigur Claus Steinlein við bold.dk.
Mynd: FSF




