Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sonni Poulsen talar í Betesda sunnukvøldið

Betesda

Sonni Poulsen av Sandi verður við á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18, har hann fer at tala.

 

Eisini verður dópur. Sonni Poulsen av Sandi og kona hansara, Julie, sum er úr USA, hava virkað fyri HARRAN í Papua Ný Guinea í 21 ár. Eisini hava tey í eitt áramál undirvíst á skúlanum hjá NTM í North Cotes í Onglandi.

Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Sonni sjúkur, og tey eru nú givin í heiltíðartænastuni vegna heilsuna. Síðan tá hava tey búð í USA. Julie og Sonni eiga 4 børn og 19 barnabørn.

Ein dóttir og ein sonur virka fyri HARRAN í Papua Ný Guinea innan NTM. Tey eru: Annika, gift við Simon úr Norður Írlandi, og Brian, giftur við Lily úr USA.

Sonni er í løtuni her heima og vitjar, og sunnukvøldið verður hann við á møtinum í Betesda kl. 18, har høvi verður at hoyra ein boðskap frá honum og sjálvandi eisini at heilsa upp á hann. Eisini verður dópur á møtinum sunnukvøldið.

Hjartaliga vælkomin.