Fólk, ið vóru til dystin hjá U21 landsliðinum fríggjakvøldið, vóru á einum máli um, at FC Midtjylland miðverjin skaraði framúr.
Fólk, ið vóru til dystin hjá U21 landsliðinum fríggjakvøldið,vóru á einum máli um, at eini miðverjin skaraði framúr.
Sonni Ragnar Nattestad kenna summir norðoyingar helst frásteypafinaluni hjá U16 í 2010, tá KÍ leikti móti MB, har Ragnar var seraeyðsýndur í miðverjuni og besti leikarin á vøllinum hendan dagin. Tá fekk hannnógv rós fyri sera sannførandi avrik. Í 2011 fekk hann sínar fyrstu dystir í Effodeildini, tá hann spældi við 07Vestur sum bara 17 ára gamal. Síðani hevur tann nú 18 ára gamlileikarin ment seg nógv og spælir nú í FC Midtjylland, har hann fyri stuttumfekk nýggjan sáttmála. Í fjør var hann partur av U19 landsliðinum, men er núkomin á U21 landsliðið, har hann fekk sína fyrstu stóru roynd fríggjakvøldið mótiRumenia.
Skaraði framúr
‘’Hann var framúrskarandi og skein burturúr nógvum einstøkumgóðum avrikum”. “Sjáldsamt at síggja so fysiskt sterkan føroyskan leikara, iðvinnur hvønn einasta nærdyst sannførandi”. “Nógvir leikarar vóru góðir, menSonni Ragnar vísti A-landsliðsklassa”.
Hetta eru nakrir av setningunum sum venjarar, ið Norðlýsiðhevur tosað við eftir dystin, geva sterka miðverjanum. Undan dystinum varspurnartekin sett við føroysku verjuna, har talan var um nýtt og ungt fólk, harm.a. teir báðir yngstu leikararnir í hópinum mannaðu miðverjuna (Hørður Askhamog Sonni Ragnar Nattestad). Men tann ivin bleiv beindur av vegnum í dystinumm.a. vegna tí sera sannførandi FCMidtjylland leikaranum. Og hóast grundarlagið enn er heldur tunt, so benduravrikið fríggjakvøldið, sáttmálin í FC Midtjylland og evnini annars á, at umSonni Ragnar heldur á við at menna seg, so fer føroyska landsliðið at njótagott av honum í framtíðini.
Sonni Ragnar og hinir á U21 landsliðinum fyrireika seg íløtuni í Montenegro, har U21 landsliðið spælir sín næsta dyst týskvøldið.
Mynd: Álvur Haraldsen




