Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki til at kanna haldføri á mjøli frá Food Line, keypt í mars/apríl.
Afturkalling av hveitimjøli frá Food Line er komið frá danska Matvørustýrinum. Talan er um 2 kg pakkar av hveitimjøli við haldføri til 05-03-2009.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur kannnað hjá innflytarum, um mjølið er komið til Føroyar.
Mjølið er helst ikki komið til Føroyar, tað finst ikki hjá heilsølum ella í handlum nú. Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir tó fólki til at kanna haldføri á mjøli frá Food Line, keypt í mars/apríl. Er haldføri 05-03-2009, skal mjølið berast handlinum aftur ella beinast burtur.
Soppagiftin, sum er funnin, er deoxynivalenol. Akutt sjúkueyðkenni frá hesi gift er ógvuslig spýggja. Langtíðarárin kunnu verða niðursett immunverja. Giftin verður ikki niðurbrotin við hitaviðgerð




