Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sorg í Brasil í kvøld?

Jákup Ósá

Kristian Joensen, Ragnar Joensen og Regin Sivertsen meta um kvøldsins hálvfinalu í HM endaspælinum, har HM vertirnir hava trupla uppgávu.

HM tipping: Tippararnir á Norðlýsinum vænta, at stóra fótbóltstjóðin í Europa vinnur á stóru fótbóltstjóðini í Suður Amerika. Við øðrum orðum rúka HM vertirnir Brasil út í kvøld!

Brasil er uttan stóru stjørnuna Neymar og liðskiparin og verjuálitið Tiago SIlva. Fyrr í vikuni høvdu bæði liðini sama odds, so tað sigur alt um, hvussu opnan og spennandi dyst vit kunnu vænta okkum. Í morgun kl. 07.00 – tað broytist allatíðina – er Týskland blivin favorittur, men munurin er eingin. Týskland gevur pengarnar aftur 2,70 ferðir, meðan Brasil gevur pengarnar 2,75 ferðir pengarnar aftur. Hetta er fyrstu ferð, at Brasil ikki er favorittur hetta HM endaspælið. Kristian Joensen metir um dystin og hann greiðir soleiðis frá:

Brasil – Týskland

Eitt brak av eini hálvfinalu. Brasil hevur fyrimun av heimavøllinum og spæla teir móti eftir mínum tykki besta liðnum undir HM endaspælinum. Sjálvt um Brasilia eru skerdir, so fer heimavøllurin at hjálpa teimum til ein javnleik her. Týskland vinnur dystin aftaná 2x 15 min. X (Odds: 3,15)

Eg tippi í dag:

Brasilien – Tyskland X (Odds: 3,15)

Eg satsi í dag:

62278. Bæði liðini skora í báðum hálvleikunum 1. (Odds: 11.00)

Hinir tippa:

Ragnar Joensen:

Brasil-Týskland 2

Regin Sivertsen:

Brasil-Týskland 2

Støðan:

1. Regin Sivertsen 35 stig

2. Kristian Joensen 31 stig

3. Ragnar Joensen 27 stig

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.