Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sørin Sørensen av Viðareiði slær út av skonnartini Queen undir Íslandi í 1914

Andras Sólstein skrivar

Tann 22 september í 1914 er skonnartin Queen til fiskiskap á Eysturlandinum í Íslandi. Meðan teir eru í ferð við at repa seglini, fáa teir ein brotasjógv og Sørin Sørensen ferð fyri borð.

Teir, sum eru til sjóforhoyr eru bestimaður Johannes Jacobsen, 28 ár úr Svínoy, Simon Simonsen, 36 ár av Viðareiði, Jacob P. Jensen, 21 ár úr Svínoy, Simon Fredriksen, 38 ár, Svínoy, og skiparin Jens Klæmint Isaksen, 33 ár av Viðareiði.

Johannes Jacobsen leggur fyri og greiðir frá, at 22 september, lógu vit eystanfyri Vopnabank, einar 60 fjóðringar úr landi,

(viðm. Jens Klæmint sigur 80 fjóðringar, 80 kvartmil sydøst fra Vopnabakken. Í Saga Norðoya verður Jens Klæmint endurgivin fyri at siga, at teir lógu á Kolmúlagrunninum.)

Ættin var útsynningur sunnan við einum frískum lotið, annars var hampiligt í sjónum. Aftaná at vit vóru útpurraðir til hundavaktina (kl. 00.00-0400) fóru vit í holtur við at repa skonnartseglið. Vit høvdu fingið repskinkulin á skonnartseglinum settan í og drignan niður, og vóru í ferð við at lissa skonnartseglið.

Jákup, Símun og Sørin stóðu uppi í skipsbátinum meðan arbeiðið fór fram, hettar fyri betur at røkka seglinum, og tá sjógvurin var rímiliga slættur, mettu vit ikki at tað var vandamikið at standa í bátinum.

Sjálvur stóð eg á dekkinum, beint við bummstoppartaljuna sigur Johannes, og Sørin í bátinum næst við meg, tá ein brotasjógvur kom inn yvir skipið, miðskips. Eg fekk fatur í taljuna og helt alt eg orkaði, og tað stóð nógv á, samstundis sum skipið legði seg langt á liðina, síðani veit eg einki til mín fyrrenn skipið lætti sær á aftur, og tá rópti eg beinanvegin á menninar á dekkinum.

Umframt teir tríggjar í skipsbátinum vóru so eg og Símun Fredriksen á dekkinum, teir svaraðu mær allir uttan Sørin, honum hoyrdist einki frá, og so fór eg at grunað tað ringasta.

Skiparin Jens Klæmint sigur seg júst verða inntørnaðan tá sjógvurin rakti, og bleiv næstan blakaður úr koyggjuni, alt sum var leyst í kahyttuni fór niður á dúrkið og endaði í læborð, klokkan var umleið 0100.

Síðani hoyrdi eg teir rópa av dekkinum niðurundir og spurdu eftir Sørin, men her niður í kahyttuna var eingin maður komin.

Eg tørnaði út beinanvegin og upp á dekkið. Náttin var óvanliga myrk, tað var skýggjað og eitt sindur av regni. Eg gav boð um at tendrað lanternurnar og karbidljósini, og vit lýstu um alt skipið, bæði innanborða og uttanborða meðan vit róptu, men vit hvørki sóu ella hoyrdu nakað til Sørin. Skipið lá ógvuliga stilt meðan vit lýstu og róptu.

Einaferð hugsaðu vit um at seta skipsbátin út, men tóku avgerð um at lata vera, tí veðrið var ikki til vildar til so lítlan bát, og tá sjógvurin var óstøðugur, vit høvdu júst fingið ein stóran sjógv, mettu vit ikki at tað var ráðiligt at flota skipsbátin.

Jákup og Símun, ið vóru uppi í skipsbátinum saman við Sørini tá sjógvurin tók, siga, at teir mistu vitið burtur tá óløgi kom, og tá teir raknaðu við aftur lógu teir báðir í seglinum, í tí bjølginum seglið hevði skapað, tá tað varð lorað niður, men ikki liðugt fest.

Teir roknað við at Sørin, sum stóð aftast í skipsbátinum beint við skeytið, og sum var liðugur at binda sína lissu varð trýstur, ella slongdur út ímillum bummin og seglið. Um seglið á tí plássinum Sørin stóð, ikki var repað liðugt, hevði hann helst eisini enda í seglinum á sama hátt sum vit báðir, ið vóru saman við honum í skipsbátinum.

Símun Simonsen sígur at hann stóð fremst í skipsbátinum og Sørin aftast tá sjógvurin traff teir, og heldur at Sørin helst hevur sligið seg í, tá hann bleiv slongdur yvirborð. Hann er óivað farin til botns beinanvegin.

Hann metur eisini at tíðin frá tí brotasjógvurin kom, og til teir tendraðu lanternurnar og róptu, var ikki meira enn 3 minuttir, og vit lógu stillir og lýstu meira enn ein tíma.

Hann heldur somuleiðis, at tað hevði ikki nyttað nakað at sett bátin út, tí teir ræddust um okkurt óløgi skuldi komi afturat, og kanska ein enn størri ólukka kundi henda.

Søren Sørensen, føddur á Viðareiði hin 24 sept. í 1895. Foreldrini vóru Jacob Michael Sørensen og Sofía Malena Sørensen undir Hoygarðinum á Viðareiði. Tey búðu fyrst í Fodlendi, men fluttu í 1917 til Garðs, í húsini hjá Jens Klæmint Isaksen. Sørin varð doyptur í Viðareiðis kirkju 9 okt. av provst Evensen. Fadrarnir vóru Andreas Sørensen, keypmaður í Hvannasundi, Ole Simonsen, Vilhelm Sørensen, Joen Hansen, Jens Viderø, Johanna Joensen og Susanne Malene Hansen, øll av Viðareiði.

Viderø skrivar í bókini Saga Norðoya, at Jens Klæmint læt húsini hjá sær á Viðareiði til foreldrini hjá Søren fyri eitt sindur av peningi, eitt slag av skaðabót, eftirsum hann slóð út við skipinum hjá sær. Jens Klæmint flutti til Klaksvíkar í 1917.


Queen KG 252.

Á várið 1906 keypa brøðrirnir, Jens Clæmint og Jákup Heindrik á Viðareiði, tvey mastraða skonnartina Queen, og førdu teir hana báðir fyrsta árið. Jens Clæmint førir Queen síðani einsamallur til 1915. Hon kemur tá í Olsens handil og førdu Sámal Júst Ziska í Gerðum og seinni Símun hjá Póli í Svínoy hana.

Queen fekk motor í 1931. 1. apríl 1933 fórst skipið á redini í Vestmannaoyggjunum á veg til fiskiskap á suðurlandinum.


Heimildir.

Føroya Landsskjalasavn

Norðoya Fornminnasavn

Hansen J. Símun. Havið og Vit 1.

Hansen J. Símun, Tey byggja land 3

Viderø K.O. Saga Norðuroya


Andras Sólstein

Harleywoodpaint