Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sørmundur fingið landsliðsboð

Jákup Ósá

Sørmundur Kalsø og Robert Heðin Brockie eru úttiknir á U21 landsliðið ístaðin fyri Sonna Ragnar Nattestad og Rene Shaki Joenen.

Sørmundur Kalsø og Robert Heðin Brockie eru úttiknir á U21 landsliðið ístaðin fyri Sonna Ragnar Nattestad og Rene Shaki Joenen.

Bill M. Jacobsen, U21 landsliðsvenjari, sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at hesir báðir leikararnir hava fingið landsliðsboð eftir, at Sonni og Rene máttu geva avboð. KÍ er liðið, sum er best umboðað á U21 landsliðinum. Umframt Sørmund eru Jóhan Jacobsen, Heðin Klakstein og Ivan Joensen við í hópinum.

Føroyska U21 landsliðið samlast týsdagin á Hotel Føroyum. Tá fara so fyrireikingarnar til stóru avbjóðingina fríggjakvøldið veruliga í gongd. Føroyar-Týskland spæla á Tórsvølli kl. 19.45 fríggjakvøldið.