Fríggjadagin 22. juli, í dag, eru 5 ár liðin síðan sorgarleikin á oynni Utøya, tá 69 ung fólk lótu lív.
Tað var norska ungmannafelagið Arbeidernes Ungdomsfylking, AUF, sum skipaði fyri legu á oynni, tá ið ein høgraekstemistur fór út á oynna við byrsu í hond og drap.
AUF er systirfelag hjá Sosialistisk Ung í Føroyum, og 22. juli fer altíð at standa í søguni sum ein sorgardagur fyri bæði feløg.
Nú tá ið 5 ár eru liðin síðan hendingina, fara Sosialistisk Ung aftur at skipa fyri minningarhaldi, eins og gjørt var í 2011 og 2012.
Til hetta tiltakið koma Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum og fyrrverandi SUari, og Erhard Petersen, SUari, at bera fram røðu. Rani Nolsøe kemur at syngja og spæla nøkur løg.
Eisini verður høvi at tendra eitt ljós fyri teimum, ið lótu lív hendan dagin fyri 5 árum síðani.
Tiltakið verður fríggjadagin 22. juli kl. 18.00 við Speaker’s Corner uttanfyri Løgtingið. Øll eru hjartaliga vælkomin.




