Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sosialráðgeva-lesandi í starvsvenjing hjá Barnaverndartænastuni fyri Norðoyggjar

Nordlysid

Barbara Jacobsen, sum í løtuni lesur til sosialráðgeva í Proffessions Højskolen Metropol í Frederiksberg i København, byrjaði mánadagin 2. februar 2015 í starvsvenjing hjá Barnaverndartænasuni fyri Norðoyggjar.

Barbara Jacobsen,sum í løtuni lesur til sosialráðgeva í Proffessions Højskolen Metropol íFrederiksberg i København, byrjaði mánadagin 2. februar 2015 í starvsvenjinghjá Barnaverndartænasuni fyri Norðoyggjar.

 

Klaksvíkar kommuna boðar frá, at starvsvenjingin, sum er partur av útbúgvingini, varir 5 mánaðirfrá 2.februar til 19. juni 2015, har endamálið er, at tann lesandi skal vinnasær praktiska vitan innan yrkið og innlit í politisku-, fíggjarligu- og bygnaðarligukarmarnar fyri málsøkið.

Hugsanin við starvsvenjingini er eisini at geva tí lesandi høviat royna ástøði og arbeiðshættir í praktiskum arbeiði, har tann lesandi erpartur av dagliga arbeiðinum hjá Barnaverndartænastuni.

Barnaverndartænastan fyri Norðoyggjar fevnir um allarkommunurnar í Norðoyggjum, sum eru Fugloyar-, Viðareiðis-, Hvannasunds-,Húsar-,  Kunoyar- og Klaksvíkar kommunur.

Tonja Ziskason, sosialráðgevi, er leiðari, og Iben Faaborg,sosialráðgevi, er fakligur samskipari fyri Barnaverndartænastuna fyriNorðoyggjar, sum umframt tær báðar fevnir um ein sálarfrøðing, ein málsviðgeraog ein skrivara. Í løtuni lýsir Barnaverndartænastan eftir einum málsviðgeraaftrat, sum verður settur í næstum.