Kl. 15 seinrapartin fer Føroya Løgmaður at handa heiðursbræv vegna Miðlahúsið til ymiskar føroyingar
Fyri løtu síðan avdúkaði blaðstjórin á Sosialinum í Rás tvey – at ársins kjak-heiðursløn hjá Miðlahúsinum fer til umstrídda søgufrøðingin Andrias Sølvará – sum í bløðunum hevði eina greinarøð har hann førdi fram at Bíblian ikki er Guðsorð.
Eisini hevur hann sagt í sjónvarpinum at Luther gav boð um at brenna jødiskar synagogur.
Sambart Sosialinum er dómsnevndini fyri Ársins Kjakheiðursløn mannað við hesum persónunum: Jóannes Dalsgaard, formaður, Karin Kjølbro, Annleyg Lamhauge og Jon Brian Hvidtfeldt.
Hátíðarløtan verður í miðlahúsinum kl. 15 seinrapartin.




