Í dag var ein fundur í tinganesi millum Eyðfinn Reyðberg, eigara av Dimmalætting, Jonhard Hammer, stjóra í Miðlahúsinum, Føroya Løgmann og Landsstýrismannin í Mentamálum og evni á fundinum var støðan hjá privatu miðlunum nú almenna Kringvarpið er farið at leggja seg eftir at fáa størri part av privata lýsingarmarknaðinum

Seinastu tíðina hevur almenna Kringvarpið miðvíst lagt seg eftir at fáa fleiri lýsingar frá privatum fyritøkum og hesa ójavnu kapping frá almenna Kringvarpinum rakar beinleiðis privatu miðlarnar. Kaj Leo Jóhannesen, løgmaður, sigur at Sosialurin og Dimma ynsktu at greiða løgmanni frá støðuni og talan var um ein góðan og áhugaverdan fund.
– Teir greiddu frá treytunum sum privatu miðlarnir virka undir og serliga hvussu áleypandi almenna Kringvarpið hevði verið á privata lýsingarmarknaðinum seinastu tíðina.
– Tað er okkara skylda sum politiskur mynduleiki at syrgja fyri at pláss er eisini fyri privatum fjølmiðlum.
– Eyðfinn og Jonhard greiddu á fundinum frá hvørjar treytir miðlarnir hava at virka undir í londunum kring okkum. M..a. er vanligt at bløð fáa útberingarstuðul og sjálur haldi eg at vit eiga at hyggja eftir hvussu hesar skipanir virka.
– Í øllum føri er tað neyvan rímiligt at vit hava eitt Kringvarp sum baði far sínar inntøkur tryggjaðar við lóg og samstundis kappast við privatu miðlarnir hvørs einasti inntøkumøguleiki er privati lýsingarmarknaðurin.
– Landsstýrismaðurin í Mentamálum Bjørn Kalsø var eisini við á fundinum og hann arbeiðir í løtuni við einum uppskotið, sum skal leggjast fyri løgtingið. Í øllum føri fara vit nú at taka spurningin upp í Landsstýrinum og eitt politiskt útspæl ferð at koma í seinasta lagið í heyst.