Klokkan 14.55 í gjár ringdi Jóannes Eidesgaard til Høgna Hoydal og boðaði frá, at hann og hini landsstýrisfólk Tjóðveldisins vóru uppsøgd, skrivar Tjóðveldi í tíðindaskrivi, sum samantvinnar Sosialin sum ørindasvein fyri Javnaðarflokkin
Fáar minuttir seinni helt hann tíðindafund um orsøkina til uppsøgnina. Tá endurtók hann eina søgu, sum Sosialurin, vísandi til “vælvitandi keldur”, prentaði farna hósdag undir yviskriftini “Watergate í Tinganesi”. Í sjónvarpinum í gjárkvøldið endurtók Jóannes Eidesgaard, at nakað var hent í Tinganesi, sum “minti um Watergate”.
Søgan, sum hesar “vælvitandi keldur” plantaðu í Sosialin hósdagin, er ikki sonn. Ein hópur av fólki kann vitna, at Høgni Hoydal ikki hevur gjørt nakað skeivt í hesum máli, og tíansheldur hevur brotið inn á nakra skrivstovu.
At føroyskur politikkur er drigin niður á hetta støði, er syndarligt. Jóannes Eidesgaard hevur, við íspunnu søgu síni, máa støðið undan øllum áliti politisku skipan okkara.
Men tað er ikki allur skaðin. Søgan varð í gjár endurtikin í fleiri útlendskum miðlum. Jóannes Eidesgaard hevur sostatt eisini við framferð síni gjørt Føroyum fyri skommum í øðrum londum.
Tí er tingbólkur Tjóðveldisins vorðin samdur um, at málið ikki kann enda her. Neyðug stig verða tikin til tess at staðfesta ábyrgdina á málinum.




