Í tíðindaskrivi ídag, bjóðar Javnaðarflokkurin blaðið Sosialin og sp/f Húsið til sølu. Tíðindaskrivið er soljóðandi:
Javnaðarflokkurin lýsir við hesum Sp/f Sosialurin og Sp/f Húsið til sølu.
Sp/f Sosialurin eigur tíðindablaðið Sosialurin, og Sp/f Húsið eigur ymsar ognir m.a. 34% av partabrøvunum í Prentmiðstøðini.
Høvuðsvirksemið hjá Sosialinum hevur síðani byrjan í 1927 verið siðbundna blaðútgávan. Við stóru broytingunum á fjølmiðlamarknaðinum seinastu árini, eru virkisøkini tó vorðin alt fleiri í tali.
Menningin av fyritøkuni hevur seinni árini verið positiv. Bæði fíggjarliga og innihaldsliga, har vørurnar hjá blaðnum eru vorðnar eitt alt meira týðandi íkast til ein fjølbroyttan føroyskan fjølmiðlamarknað. Men tað er ein sannroynd í dag, at tilknýtið til ein politiskan flokk kann vera avmarkandi fyri virksemið hjá Sosialinum framyvir.
Tað er í tíðarinnar anda, at fjølmiðlarnir skulu vera frælsir og óheftir. Hetta hevur eisini eyðkent menningina av Sosialinum, sum í fleiri ár hevur virkað óheftur av politiskum áhugamálum hjá ánaranum.
Ein loysing frá ánaranum vil í stóran mun vera ein fortreyt fyri, at fyritøkan kann halda áfram við teirri positivu menning, sum hon hevur verið fyri seinnu árini.
Ásannandi hetta hevur Javnaðarflokkurin tikið avgerð um at selja Sp/f Sosalurin og Sp/f Húsið.
Sp/f Húsið eigur 34% av P/F Prentmiðstøðini sum m.a. prentar Sosialin.
Tætta tilknýtið millum Sp/f Sosialin og Sp/f Húsið er orsøkin til, at Javnaðarflokkurin hevur avgjørt at selja bæði feløgini.
Við atliti til m.a. at tryggja fjølbroytni og óheftni á føroyska fjølmiðlamarknaðinum tilskilar Javnaðarflokkurin sær til eina og hvørja tíð rætt til at góðtaka ella vraka eitt og hvørt boð..
Áhugaðir keyparar kunnu venda sær til:
Anna Dam, sakførari
Yviri við Strond 4
100 Tórshavn
Fartelefon: 519082




