Okey, tað hevur verið eitt sindur rokaligt síðan havnatúrin.
Andras Sólstein, skrivar:
Fyrst fekk eg bræv frá bankaráðgevanum skrivað á tí vanliga turra "bankaprosa" um ólag og yvirtrekk, og tá eg ikki svaraði beinavegin, ringdi hon og hótti við at senda Edward Scissorhands at klippa kortið, um eg ikki í stundini fekk skipað viðurskifti á kontuna. Síðani bleiv lítli sjúkur, men nú er friður. Tan-áringurin í húsinum er farin til LAN-party hjá einum vinmanni, hann hevði so nógv gelé í hárinum, at tað sá út sum hevði hann stungið høvdið niður í eina spann við tepetklistri. Kvinnan í húsinum er farin í veitslu, kvinnuveitslu, sigur hon at tað eitur (eg velji konsekvent at kallað tað gelluball), og eg skal vera einsamallur við lítlabeiggjanum. "Eg hopi ikki, at tú keðir teg, meðan eg eri í veitslu," segði hon. Minst til at busta tenn og skifta, áðrenn tú leggur hann og minst til og minst til… " Ja, ja" segði eg, "Eg skal minnast, og eg fari heilt vist ikki at keða meg. Eg havi pínadoy ikki evolutionerað meg frá einum flaggelati í ursuppuni og til at ganga runt sum 40 ára gamal og keða meg eitt fríggjakvøld!" Annars ríkur hatta gellukvøldið beint inn á ballkreditkontuna hjá mær. Eg havi samlað mær nøkur klipp saman, og eg havi ikki sagt tað fyri henni enn, men eitt av næstu vikuskiftum ætlar whiskysamkoman í Klaksvík at skipa fyri møtirøð, har byrjað verður við uppbyggingarmøti fríggjakvøld við ymsum Isle of Islay distillatum so sum Ardbeg, Bruichladdich, Lagavulin og Laphroaig á skránni, og vekingarmøti leygarmorgun við heitinum "The Grand Speyside Whisky Tour" við smakkiroyndum, fyrilestri, smakkiroyndum, kjak og smakkiroyndum etc.., og har má eg vera! (Whiskymøtiðrøðin verður sjálvandi hildin í einum østrigenfríum umhvørvi)
Lítli prinsurin hevur fingið at eta. Hann hevur verið í bað, og klokkan er við at verða 20.05, so tá skuldi hann helst lagt seg at sova uttan nakað hóvasták. Og tað er sjálvandi deiligt, tí eg, pápi hansara, havi brúk fyri at kopla úr, og tá hann er sovnaður, skal ongin og onki órógva meg. Eg skal hava eina góða bók, okkurt áhugavert, møguliga okkurt akademiskt. Eg hyggi í bókahillina og finni mær "The Rule of Four" eftir Ian Caldwell og Dustin Thomasson, fekk hana fyri einari viku síðan og gleði meg til at lesa hana, amerikanskur spenningur tá hann er bestur. Kaffi skal bryggjast, og eg skal hava eina góða Single Malt, eina sum hóskar til ein einsamallan pápa, sum er inni við einum 22 mðr. gomlum soni, sum svevur. Og sum upphiting til whiskyvikuskiftið komandi skuldi eg kanska fyrireikað meg eitt sindur. Eina singul malt frá Isle of Islay kanska? Eina Bowmore, Ardbeg ella Lagavullin? Eg velji Bowmore, har smakkurin er ein trygg jávnvág í millum intensitetin sunnan á oynni og afturhaldni norðanfyri. Tað er ikki ein neyðsemjusmakkur, tvørturímóti, tað er karakterur og kompleksitetur. Harafturat er smakkurin subtilur, broyskin og rundur, og saman við hinum turra, eitt sindur oljukenda eftirsmakkinum, sum áhaldandi teskar Islay, Islay, Isla… skuldi Bowmore hóskað sera væl til eina cigar og eina bók!
Í cigarskuffuni velji eg mær eina Cohiba Siglo IV. Hendan bleiv eftir kollveltingina serframleidd til Castro og er ein av teimum heilt stóru cigarupplivingunum. Cigarin hevur eina góða kryddraða fyllu. Við málunum 143/18 mm er hon ikki av teimum stóru í vavi, men hóast hetta verða fleiri spennandi og markantir smakkir leysgivnir, meðan tú roykir teg inneftir, og í millum teir smakkirnar kanst tú, kanska helst í móti endanum, kenna ein heldur søtan sukurláta- ella kakaosmakk. Eftirsmakkurin er annars langtíðarhaldgóður, og samanrenningin ímillum hesa cigarina og Bowmore skuldi verið hitt fulkomna parið.
"Babb Babb brrrr", "ja góði, babba skal balla teg, og so sovnar tú, og eg fari at hugna mær." Eg leggi lítla í songina, balli hann, suttu, og so dýnusnippin eitt sindur upp á høvdið, tað dámar honum so væl. Hann kvitterar við einum "mrrrrrrr". Perfekt, hattar signalerar vælveru og svøvn. Góða nátt beiggi.
Hatta var gott, eg lurti, nei einki ljóð Halt kjaft sum tað liggur væl fyri, eg fái ein klump í hálsin av mær sjálvum. So er tað eg, nú skal eg hjúkla um meg sjálvan, soleiðis sum bara eg dugi sjálvur. Inni í stovuni tendri eg nøkur kertiljós og fløguspælaran. U2- The Joshua Tree.
I have kissed honey lips
Felt the healing in her fingertips
It burned like fire
This burning desire
Í reinum offarakæti leggi eg meg við einari obligato stemmu omanfyri Bono. Fái eitt sindur ringa samvitsku, skuldi kanska havt valt eina írska Bushmill whiskey (jú- tað stavast soleiðis! Altso skotskt whisky og írskt whiskey). Eg eigi eina 16 ára gamla Bushmill. Hon hevur ein lættan frískan eitt sundur fruktkendan smakk við einum gjøgnumgangandi eitt sindur døprum bonskum malt-ráka, men við einum mjúkum enda, sum, heldur langur, tó varðveitir ein part av tí søta fruktsmakkinum. Ein virðiligiur fylgisveinur til U2- fløguna. Men í kvøld verður tað skokst/írskt samarbeiði, skotskt whisky og írskur tónleikur.
Ok! So er tað leðurstólurin og fótskammulin, lesilampa, lítla borðið seti eg undir liðina á stólinum og finni mær bókina. Cigarin hevur verið tendrað í einar 5- 10 minuttir. Tað er best fyri cigarina, at hon hevur verið tendrað eina løtu, áðrenn tú byrjar at roykja, tí so hevur hon havt møguleikan at "koma ígongd", soleiðis at hon fær breitt allar sínar smakkir út, og tað er av alstórum týdningi at tú fært tær ein guv, áðrenn tú drekkur. Tað er sum um smakknervarnar doyvast av tí heldur ógvusliga sambandinum við whiskyið, og harafturat kann whiskyið køva teir meira fínu, nettu og sartu smakkirnar, sum koma úr cigarini, tá tú fært tær ein guv, og roykurin varisliga kínur smakkinervarnar í gómanum. (Minst til ikki at koyra roykin niður í lunguni, har eru ongar smakkinervar!)
Alt er til reiðar, og eg søkki niður í stólin, fái mær ein góðan guv av sigarini, taki whiskyglasið og snoddi niður í. Bowmore angar av Islay, og eg seti varrarnar á og fái mær ein smakk. Áh, tann vælsignaða vælvera, ein remma av torvi, tæra og sjóroki gekk at brennivíninum. Eg svølgi whiskyið saman við klumpinum í hálsinum, tað kendist fløvandi, eitt sindur brennandi í tí tað fór niður um barkakýlan&
Ýl og grátur, eg hvøkki burtur úr dreymastøðuni, eg eri í. Ná, hattar má bara vera ein sutta, so skuldi alt verið í lagi aftur. Eg fari innar í kamarið hjá lítla, róp og skrál. "Ja, ja góði, babba er her, og suttan er her," eg taki suttuna og gevi honum hana og skal leggja hann niður, men hann krøkir seg fastan í meg, so fast sum man skuldi trúð at eg var seinasta bjargingin. "Ja, ja góði, legg teg nú." Men har er einki at gera, hvørja ferð eg leggi hann niður, springur hann upp aftur sum ein fjøður. "Hvat vil tú hava?" Kanska hann er tystur, hugsi eg við mær sjálvum og taki hann í fangið og fari uttar í køkin og finni mjólk fram, "D, da da," lagið er óføra gott nú. "Nei góði, vit fara ikki at dada, tú fert at sova, og eg fari at lesa." Hann drekkur eitt sindur av mjólk og so inn aftur í kamarið. Grátur og róp tá eg leggi hann í songina. "Ja góði" sigi eg, "babba skal syngja sang." Eg syngi eitt skjaldur fyri honum "Eg sat mær í Gøtulíð og goymdi mær at seyði&" men meira eg syngi, harðari rópar hann í songini. Hví vilt tú ikki leggja teg? Kanska børn ikki tíma at lurta eftir sovorðnum gomlum sangum longur, møguliga skuldi eg rappa ella grounga eitt skjaldur? Eg fari innar í stovuna eftir guittarini. Hann bráðtagnar, tá eg komi aftur í kamarið við ljóðførinum. C-dur: "Eg eiti Jógvan, øll kenna meg…," hetta riggar bara heilt væl, hann vil sleppa at toga í streingirnar. Ja, tað er perfekt, børn skula vera við, tey skula lutaka í tí, tey vaksnu takast við, men ikki verða sentrum, kanska vit leggja grundarsteinin undir ein nýggjan Ritchie Blackmore? Eg syngi víðari, men tá eg royni at modulera upp í d- dur fyri at leggja næsta ørindi eitt sindur hægri, leggur hann seg, og eg rundi av.
Frálíkt! Tað skal so ólukksáliga lítið til, tá man hevur eitt sindur av føling við hvat tað heila snýr seg um. Børn, ja man skal bara duga! Væl hýrdur við tilveruna sum heild og serstakliga meg sjálvan, søkki eg niðuraftur í leðurstólin.
Ýýýl…! Eg leypi úr stólinum, nú kann tað pína doyð vera nóg mikið! Inni í kamarinum sigi eg við barnið, at nú skalt tú sova, basta. Tað er nakað, sum eg bestemmi. Róp og grát. Eg gevi upp, her má skarpari lútur til. Hvat skal eg gera? Ringja til konuna ella til mammu? Nei, tað fer ongantíð at verða niður aftur lagt.
Inni í stovuni fari eg til bókhillina, onkur lesnaður má kunna loysa hendan knútin. Anna Wahlgreen De kære børn loypur í eyguni á mær. Eg slái upp undir børn, sum eru tvey ár og sum ikki vilja leggja seg at sova. "Tú skalt taka barnið við kærleika og fastleika og fara innar í kamarið og leggja tað niður í songina og balla tað, síðani skalt tú siga góða nátt og fara út úr kamarinum, og barnið sovnar." Tvætl, hettar er jú tað eg havi roynt alt kvøld. Kanska er tað okkurt annað, sum bagir? Okkurt traumatiskt upplivilsi í barnagarðinum kanska? Eg kanni bókahyllina aftur, Rød stue kalder, okkurt er møguliga at finna her, kanska skuldi eg ringt til onkran pedagog á stovninum? So kann eg fáa eina fakliga eftirmeting av degnum ella allari vikuni? Eg ringi beinanvegin. "Gottkvøld, hetta er Andy, sonurin gongur hjá tykkum, er nøkur traumatisk uppliving í barnagarðinum í dag? " Oyss hey, er tað tú, eg veit ikki, okkara lyklaorð hesa vikuna eru eygleiðing og dokumentasjón, og vit taka støði og fokusera uppá serlig potentialir og kompetancir hjá tí einstaka barninum, og vit hava eisini eygleitt, um hann hevur nakrar goymdar dysfunktiónir og um hann hevur eina empatiska atferð, annars havi eg ikki verið til arbeiðis í dag, men tú kanst ringja til hjálparfólkið, sum var har, tá tú avheintaði barnið, kanska hon veit okkurt." "OK, takk fyri," segði eg og legði hornið á. Bullshit, ringja til hjálparfólkið, tað tímdi eg altso ikki, hon var annars so ung, og sá út sum um hon ikki var serliga upptikin av viðkvomum bárnasálum og barnapsykologi, og slettis ikki fríggjakvøld. Nei, eg kveistri tankan til viks. Eg eigi drongin, so tað má fyrst og fremst vera eg, sum kenni hann og hansara tørv.
Annars eru tað bert kvinnur, ið ansa dronginum, kanska hevur hann fingið yvirdosis av østrogen, og tað er hetta sum órógvar hann? Eg má hava onkran rættuligan lesnað, og tað má verða skrivað av einum manni! Leiti eina løtu, jú her er tað Man Enough: Fathers ond Sons and the Search for Masculinity
Drongurin er annars tagnaður nú og situr á gólvinum og spælir, tað er eisini sera gott, men tað var ikki ætlanin við kvøldinum, hann skal vera í songini og sova, og eg skal vera í stovuni. Men kanska fungerar hetta? Eg seti meg aftur og byrji at lesa hesa maskulinu greinina, "Man enough" Kraaassj. Mjólkaglasið er dottið á gólv og farið í pettir. Eg leypi úr stólinum. "Ikki ganga beiggi, statt stillur," og meðan eg gangi á tá og ansi eftir ikki at traðka á nakað glaspetti og beiggin grætur, komi eg til ta ásannan, at eg má leggja meg við honum, til hann sovnar. Á veg inn í kamarið føli eg eitt sindur av skuldarkenslu, tí ein yvirskrift hjá Onnu Wahlgren var "Barnet ud af dobbeltsengen", tað var tað besta fyri parforholdið, men tað kveistri eg til viks, tað rakar ikki Onnu, hvat eg geri, her er tað eg, ið bestemmi, og ikki Anna. Eg leggi beiggjan, og meðan eg bíði til hann sovnar, liggi eg og lesi bøkur um børn.
Morgunin eftir vakni eg klokkan 06.07 útsvøntur og hyggi upp á beiggjan, sum er í ferð við at kanna bókmentirnar í songini:
Anna Wahlgreen, De kære børn; Raising Happy Children: What Every Child Needs to Know from 0 to 7 Years. Jesper Juul: Her er jeg! Hvem er du? Om nærvær, respekt og grænser mellem voksne og børn. Margrethe Brun Hansen: Rød stue kalder og De kompetente forældre. Frank Furedi: Paranoid Parenting. Abandon your anxieties and be a good parent.
Í millum hesar hevur hann longu blaðað upp í einari bók, og har stendur yvirskrift við stórun bókstavum: The Benefits of Sleeping with Your Baby!




