Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sov nakin!

Danial Viðoy

Morgunfakta: At sova er ein týdningarmikil partur í lívi okkara. At sova nakin gevur góðskusvøvn, vísa nýggjar kanningar.

Morgunfakta: At sova er ein týdningarmikil partur í lívi okkara. At sova nakin gevur góðskusvøvn, vísa nýggjar kanningar.

Tað er eftir øllum at døma ójavnt, hvussu teir ymsu vanarnir eru hjá fólki, tá ið tey fara til songar. Onkur svevur í pyjamas, onkur í hosum og upp aftur annar í nátthúgvu.

Onki av hesum er ein góður vani, vísa nýggjar kanningar, sum eru gjørdar fyri danska blaðið Femina.

Tað er skilabest at sova nakin. Orsøkin er tann, at kropshitin skal fella um náttina til tess at kroppurin betur kann framleiða melatonin. Melantonin er sovihormonið hjá okkum.

Um viðkomandi svevur í klæðum og har við gerst heitari enn neyðugt er, tálmar hetta melantonin-framleiðsluni – tvs. tað ávirkar sovigóðskuna.

Tað er týdningarmikið at sova væl. Eini ráð eru nú at sova nakin. Upplýst er ikki í Femina, hvussu nakin viðkomandi skal sova.