At gera forsagnir, er ofta trupul upgáva. – Longu niðri í Delfi royndu teir seg – við einum sokallaðum tvískiltum svari – raktu ikki altíð rætt kortini.
Hetta rann mær til hugs , nú fíggjarleiðarar kropp á kroppi koma við sínum skrásikru niðurstøðum, um fiskivinnu okkara.
Fara vit at kanna analir okkara – so eiga vit at finna – at fyri ikki so mongum árum síðani kallaði ein bankaleiðsla hægsta politiska valdið saman, og bað teir fyri Guðs skyld skrotta okkara pelagiska flota, tí hann fór at forkoma Føroyum. Og helst av somu orsk, noktaðu teir at fíggja ein nýbygning í Chile? Vóru noyddir at fáa útlendska fígging.
Hvussu spádómurin gekk – kunnu vit so meta um.
Onkur hevur tó hug at smílkast – tá mynd var tikin í vár niðri í Chile, tá ein enn meira nútímans nýbygningur innan pelagisku vinnuna var sjósettur.
Á fremsta bonki sótu somu spámenn – við einum vælnøgdum smíli.
Storm P. Hevði rætt – Ilt er at spáa…
Vinarliga
Absalon í Buð




