Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spæla 24. umfar mikudagin

Jákup Ósá

Kappingarnevndin hjá FSF hevur nú avgjørt, at 24. umfar í Effodeildini verður leikt mikudagin.

Umfarið skuldi vera leikt hetta vikuskiftið, men allir dystirnir eru útsettir vegna syrgiligu hendingina, har U21 landsliðsleikarin Gunnar Zachariassen, sum til dagligt spælir við EB/Streymi, lat lív í arbeiðsvanlukku. 
Enn er ikki tíðspunkt sett á dystirnar mikudagin, men myrkri ger, at dystirnir neyvan vera leiktir seint.