Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spæla 360 dystir í tveir dagar

Helgi Abrahamsen

Grand Prix í badminton verður um vikuskiftið.

Hetta vikuskiftið verður 5. og seinasta Grand Prix-kappingin í einmansleiki í badminton spæld á Kambsdali og í Runavík.

Ikki færri enn 206 leikarar hava melda seg til kappingina, og hetta er met. Tað merkir at umleið 360 dystir skulu spælast hesar báðar dagarnar.

U11, U15 og U17A spæla í høllini á Kambsdali leygardagin frá klokkan 9.

U13 spælir somu tíð í Bylgjuni í Runavík.

U17B, U17C og vaksin spæla í høllini á Kambsdali sunnudagin frá klokkan 13.

Øll feløgini verða við

Til kappingina hesaferð luttaka leikarar úr øllum 7 feløgunum (HBF, MBF, KBF, VÍF, ÍF, Nápi og Sandoyar Badmintonfelag).

Hetta er fyrstu ferð at Sandoyar Badmintonfelag er við.