Ein útlendskur leikari spældi fyrsta umfar í Effodeildini uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvið.
Ein útlendskur leikari spældi fyrstaumfar í Effodeildini uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvið.
Talan er um 34 ára gamla ÍF leikaranNdende A. Guéye, sum áður m.a. hevur leikt við B68, TB og KÍ.Ndende kom til ÍF undan hesum kappingarárinum. Og her hevur ÍFikki gjørt sítt heima arbeiði undan fyrsta umfarinum viðvíkjandiloyvum, tí Ndende spældi fyrsta umfar, ið var í Trongisvági mótiTB/FC Suðuroy/Royn uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvið. Og taðhevur ein leikari ikki loyvið til sambært reglugerðini fyriføroyskan fótbólt grein 19. Tað hevur Norðlýsið í dag fingiðváttað frá aðalskrivaranum í FSF, Virgar Hvidbro. Hann sigur, at málið nú verður lagt til aganevndina at taka støðu til. Hann dugir ikki at meta um, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri ÍF.
ÍF tapti 2-1 í fyrsta dystinum mótiTB/FC Suðuroy/Royn, tá Ndende spældi allan dystin. Í næsta umfarinum var Ndende ikki við, tá ÍFvann 3-1 móti EB/Streymi. So vil tíðin vísa, hvussu ógvusligar avleiðingar hetta fær fyri ÍF. Vanliga vera lið, ið nýta ólógligar leikarar, dømd at tapa dystir 3-0, og tað er kanska ikki óhugsandi, at úrslitið í øllum førum verður broytt frá at vera 2-1 til at vera 3-0. Men vit hava ikki fordømir fyri slík mál sum hesi, har talan er um manglandi arbeiðs- og uppihaldsloyvið, síðani grein 19 bleiv sett í gildi, sum hon sær út í dag. So tað ber enn illað til at siga, um t.d. tað kann koma uppá tal at trekkja liðið í stigum og/ella geva bót. Vanliga ganga nakrar fáar vikur, til aganevndin hevur tikið endaliga støðu í málum.
Mynd: Í 2014 spældi Ndende við KÍ, har myndin er tikin




