Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spældu sum meistarar

Oliver Joensen

Tað var klassamunur á liðunum, tá Stjørnan í kvøld tók móti nærmastu kappingarneytunum úr Neistanum. Stjørnan spældi sum eitt meistaralið, og vænt burturúr Neistanum. Úrslitið gjørdist 34-22 til heimaliðið

Tað var eitt sera uppsett stjørnulið sum kom á vøllin í kvøld. Tað sást, at tær vildu vísar, at tær kunnu meira, enn tær hava víst teir báðar seinastu dystirnar. 
Tá leiktir vóru fýra minuttir, var støðan 4-0 til Stjørnuna. Tað skuldi ganga 10 minuttir til Neistin fekk sítt fyrsta mál, tá hevði Stjørnan havt bólti 7 ferðir í neistamálinum.
Tað var nógv ferð yvir spælinum hjá Stjørnuni, og verjan stóð sum ein múrur. Um miðjan hálvleikin var støðan 13-4 til Stjørnuna, men seinastu løtuna fekk Neistsin minkað nakað um munin, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 19-12 til heimaliðið.
Í seinna hálvleiki royndi Neistin at dekka meira offensivt, men tað hjálpi onki. Stjørnan økti bara støðugt um leitsluna, og sjálvt Stjørnan skifti nógv út, so megnaði Neistin ongantíð at svara aftur.
Hóast um munurin var stórur, so var dysturin allatíðina sera undirhaldandi, serliga orsaka av skjóta og til tíðir góða spælinum hjá Stjørnuni. 
Stjørnuleikarnir komu sum heild væl frá dystinum, men ein leikari sum skaraði framúr, var Durita Christofferson, tað er stuttligt at sýggja ein leikara ofra seg so nógv, sum hon gjørdi í dystinum í kvøld.
Besti leikari hjá Neistanum var Elin Staksund, hon gjørdist eisini topskjútti hjá Neistanum við 7 málum.
Málini hjá Stjørnuni skutu: Simona Petersen 9, Durita Christoffersen 7, Joan Djordevic 5, Anna K. Samson 3, Durita Mikkelsen 2, Maria við Neyst 2, Bára Klakstein 1 og Durita Ljósstein 1