Tað upplýsir borgarstjórin fyri Norðlýsinum, nú bólkur av ótolum smábarnafamiljum fregnaðust eftir at vita hvussu langt ætlaninar við spælilandinum vórðu komnar
Tað upplýsir borgarstjórin fyri Norðlýsinum, nú bólkur av ótolum smábarnafamiljum fregnaðust eftir, at vita hvussu langt ætlaninar við spælilandinum vórðu komnar
Býráðið hevur samtykt, at eitt spæliland skal gerast í Klaksvík og hevur í fyrstusyfti sett kr. 500.000 av, so ein byrjan kann fáast á verkætlanina, upplýsir Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Enn er endalig støða ikki tikin til, hvar spælilandið skal staðsetast, men við teimum fantastisku kørmunum, sum eru mentir kring ítróttarøkið, hevur verið arbeitt við einari staðseting millum KÍ-høllina og Badmintonhøllina. Hetta hevði eisini givið synergieffekt við tí virkseminum, sum er í høllunum og ikki minst í svimjihøllini, vísir borgarstjórin á.
Svimjihøllin dregur uml. 70.000 gjaldandi gestir hvørt ár úr øllum Føroyum, samstundis sum ítróttarhallirnar verða brúktar til sera nógv ymisk onnur endamál umframt ítróttarvenjingar. Tí kundi vit veruliga fingið eitt serstakt upplivingarøki til alskins barnaaktivitet, sigur Jógvan Skorheim at enda.




