Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Spaniastova á veg í søguna

Jóhann Lützen

Leikalund er sagt upp og tað tekur grundarlagi undan mínum virksemi, sigur ein harmur Jógvan Andrias Joensen, leiðari í Leikalund og Spaniastovu

Spaniastova hevur verið karmur um sera nógvar fjøltáttaðar mentanarligar upplivingar seinastu mongu árini – mentanarvirðisløn landsins, alskyns konsertir, kvøldsetir v.m. Jógvan Andrias Joensen hevur verið oddamaður síðan 2009, hann hevur ment konsepti Spaniastova, men hann er stúrin í hesum døgum.

Fyrstu tiltøkini vóru í 2009 og eg yvirtók leikalund í 2010. Síðani havi eg rikið Spaniastovu sum frítíðarítriv til 1. Apríl 2018, tá hetta var formaliserað við einum avrikssáttmála við kommununa. Túsundavís av fólki hava vitja Leikalund, Miðstovu og Spaniastovu hesi árini, sigur Jógvan Andrias.

Fornminnafelagið hevur sagt upp Leikalund og hetta ger at mítt virksemi í Spaniastovu er ógjørligt. Sum er, er virksemi í Spaniastovu bundið at, at pláss er fyri 100 fólkum býtt millum Miðstovu og Leikalund. Tey 100 fólkini, sum passa inn í Spaniastovu mugu fordeilast áðrenn og aftaná tiltøk, umframt í steðginum. Fornminnafelagið hevur bjóða mær at leiga Miðstovuna til hvørt einstakt tiltak, men tað er ikki nokk, upplýsir Jógvan Andrias.

Eg havi haft fund við umsitingina í kommununi, har tey eru blivin kunnaði um støðuna og nú bíði eg eftir svari, sum eg vænti at fáa eina av komandi døgunum. Um svarið er neiligt, so eri eg bangin fyri at eitt gott Klaksvíksbrand fer í søguna, sigur Jógvan Andrias, við Norðlýsið at enda.