Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sparikassin hækkar rentuna

John William Joensen

Í samband við at danski Tjóbankin hækkaði diskontoina við 0,25 % til 3,75 % í mars mánað hevur sparikassin avgjørt at hækka rentuna á útlánum og innlánum tilsvarandi við 0,25 % við gildi frá 1. mai 2007.

Tíðindaskriv

Hóast hesa almennu hækkan, eru nakrar broytingar, ið víkja frá.

Soleiðis hækkar rentan á eftirlønarkonti, 3 mðr. uppsøgn og 12 mðr. uppsøgn við 0,50%, og er hon nú fyri hesar konti:

Eftirlønarkonti 4,25 %
3 mðr. uppsøgn 3,25 %
12 mðr. uppsøgn 3,50 %

Sum nakað nýtt bjóðar sparikassin 0,75 % í eykarentu fyri upphæddir størri enn 1 mió.kr. á 12 mðr. uppsagnarkonti, og er rentan tá heili 4,25 %.

Rentan á billánum hækkar ikki, og er hon framvegis 6,00 % til nýggjar bilar, um útgjaldið er 40 %.

Rentan á ábyrgdarfæi er nú heili 5 %, sum er 1,5 % hægri enn á 12 mðr. uppsøgn.

Vinnulán verða ikki ávirkað av hesi rentubroyting, tá øll vinnulán sparikassans verða tillagað sjálvvirkandi hvønn ársfjóðring í mun til donsku ciborrentuna.