Heldur ikki fara vit at taka gjald fyri at stovna konti. Hetta sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa í stuttari viðmerking til tíðindi í dag, um at aðrir ætla nakað líknandi.
Vit hava júst brúkt nógvar pengar uppá at gera móttøkuna so hugnaliga, sum gjørligt, tí vit vilja gjarna hava viðskiftafólk á gátt.
Uppá víðari fyrispurning okkara, um Sparikassin fer at taka gjald fyri at stovna konti, sigur Marner Mortensen at enda, at tað hevur Norðoya Sparikassi ongar ætlanir um. Tit eru vælkomnir inn á gólvið, ein kaffimuður er eisini at fáa um áhugi er fyri tí, leggur hann skemtandi afturat.




