Asfaltið á nýggja vegnum til Viðareiðis heldur ikki, og sambært Ewaldi Kjølbro, stjóra á Landsverki, er sparing orsøkin til tað.
Asfaltið á nýggja vegnum til Viðareiðis heldur ikki, og sambært Ewaldi Kjølbro, stjóra á Landsverki, er sparing orsøkin til tað.
“Tað sum er galið er at vit hava lagt eitt ov tunt lag av asfalti á og tað vistu vit av,” sigur Ewald Kjølbro.
“Tá vit fóru í gongd við hasa verkætlanina, vistu vit, at tað fóru at mangla 25 mió. í. Vit noyddust tí at spara allastaðni, og millum annað spardu vit asfaltið. So vit løgdu eitt tunt lag á, sum eina fyribilsloysn,” sigur hann.
Ætlanin var, at henda fyribilsloysnin skuldi halda árið út, og so skuldi tann veruliga asfalteringin fíggjast av rakstrinum hjá Landsverki í komandi ári.
”Men nú vísir tað seg, at tað tunna lagið byrjar at støkka sundur, tí har er so nógv tung ferðsla,” sigur Ewald Kjølbro.
”Men hetta er ikki nógv øðrvísi enn vit høvdu roknað við. Vit høvdu bara vóna at tað fór at halda til komandi ár,” sigur hann.
Tey hjá Landsverki hava tí verið noydd at gera onkrar bøtur á vegin, og tey halda eisini eyga við tí.
Spurdur nær roknast kann við, at vegurin verður asfalteraður, sigur Ewald Kjølbro, at tað verður helst so skjótt sum líkindi eru til tað aftaná ársskiftið.




